Orð kunnu gera stóran mun og nýggj orð kunnu fáa glið á eina fastlæsta støðu í sjálvsstýrismálinum.
Nógv bendir á at landsstýrið hevur valt sær bleytari og minni eldfim hugtøk enn hugtøk, við tí fyri eyga, at tryggja sær tað breiðu politisku semjuna í sjálvstýrismálinum.
Samfelagsfrøðingurin Suni á Dalbø fær eyga á tvinnanda orsøkir, til at nýggj orð eru komin upp í fullveldismálið.
-Tað er tvær forkláringar, sum næstan eru líka góðar. Onnur er, at samgongan hevur sæð í eyguni, at tað ikki ber til at fáa breiða undirtøku í fólkinum og í politisku flokkunum fyri fullveldinum. Hin er at mann umdoypir barnið, fyri at fáa tað meira átuligt, sigur Suni á Dalbø.
-Hugtakið fullveldi er vorðið eitt illavorið orð hjá summum, og næstan ein kravorð frá øðrum. Tí hevur landsstýrið kent á sær, at hetta orðið hevur við til at læsa kjakið fast. Við at skifta orðini úr, kunnu partarnir kanska semjast um eitt sindur meira, sigur hann.
Gamalt vín
Jóannes Eidesgaard, hevur sum formaður í Javnaðarflokkinum havt møguleika, at fylgja neyvt við fullveldismálinum, og eftir kaffifundirnar við samgonguna er hann ikki í iva um, at landsstýrið førir eitt taktisk spæl.
-Tað er sum at fylla gamalt vín á nýggjar fløskur, at ganga burtur frá sínum egnu orðum. Men tað er helst ein partur av politiska spælinum, sigur hann.
-Fyrr vildi Tjóðveldisflokkurin loysa, kvetta ella okkur sovorið, men fyri síðsta val vóru orðini skift úr við skipaða loysing. Síðani kom fullveldið, og nú er eftir øllum at enn ein nýtt orð komið inn. Men eg trúgvi framhaldandi at málið hjá samgonguni er fullveldi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Veljarakanning týdning
Samfelagsfrøðingurin, Jákup Strøm, heldur, at samgongan royndir at koma burturúr naggadódnini sum tykis at vera komin í sjálvstýrismálið.
-Fullveldið hevur fingið dám av loysningar-orðinum. Eitt orð sum nýveldi kann nettupp vera við til at bloyta upp, soleiðis at tað slept undan klandri um orð.
Jákup Strøm heldur at seinasta meiningakanningin, sum setti spurnartekin við undirtøkuna fyri fullveldinum, hevur givið samgonguna nakað at hugsa um.
-Seinasta veljarakanningin var ikki serliga pen. Tí fati eg eisini hetta nýggja orðið, nýveldið, sum ein útrætta hond, sigur hann.
Samgongan slakað
Suni á Dalbø heldur kortini, at málið snýr seg meira enn um orðaleik og nýggj hugtøk. Hann heldur, at samgongan í veruleikanum hevur slakað í sjálvsstýrismálinum.
-Eg haldi, at samgongan hevur bakkað. Mann kann loyva sær at seta spurnartekin við hvussu heilhugaðir t.d Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru fyri fullveldinum. Her hugsi er m.a. um signalini, sum fólkaflokstingmenninir Óli Breckmann og Bjarni Djurholm leingi hava sent út. Og sjálvstýrisflokkurin gongur inn fyri sjálvstýri stig-fyri-stig, og bendir søgan ikki á, at tað vera teir sum bróta skalið á egginum. Sjálvt í Tjóðveldisflokkinum tykir mær, at tað eru fraktiónir, sum ikki eru hundrað prosent fyri loysing her og nú.
-Tískil kann tað vera mikið rætt politiskt, at bloyta uppi í loysnini, sigur Suni á Dalbø.
Vilja sleppa longur
Spurningur er so hvat landsstýrið vinnur við, at skifta retorikkin út, um málið framvegis er at at skipa Føroyar sum fullveldisríki.
-Er tað Høgni Hoydal, sum hevur umdoypt barnið, so kundi eg hugsa mær, at hann tekur heitið fullveldið burturúr kjakinum fyri at sleppa longri í teimum spurningum, sum semja kann fáast um, sigur Suni á Dalbø.
-Tá hevur Høgni Hoydal óbeinleiðis flutt seg burtur frá fullveldinum, við tað at roynt verður at fiska eftir hvat annað mann kann blíva samdur um, sigur Suni á Dalbø.
-Eg trúgvi, at landsstýrissamgongan hevur skift jakkan út fyri at sleppa longri í samráðingunum. Men eg rokni eisini við, at hon í veruleikanum hevur bakka í fullveldismálinum, sigur hann.