Hetta var kærkomið, tí hetta hevur fingið okkum at rakna við. Nakað soleiðis tók Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, til í Løgtinginum hendan dagin. Løgtingið umrøddi trupulleikan við rúsevnum í Føroyum.
Tað var Brandur Sandoy floksfelagin hjá Anniku Olsen, sum reisti málið og tað høvi nýtti tinglimir til eitt drúgt og víðfevnt kjak um hendan trupulleikan.
Serliga vóru politikarar órógvaðir av, at ánendingar um, at rúsevna-umhvørvið í Føroyum verður alsamt ráari og framferðin verður alsamt harðligari.
Tinglimir fortaldi søgur um fólk, sum vórðu høvlað av, sum høvdu fingið posar niður yvir høvdið og knív á barkan. Serliga loypti tað hvøkk á politikarar, at í Sosialinum seinasta vikuskiftið segði Fútin, at nú eru vit í eini støðu, har fólk eiga at umhugsa at læsa úthurðina um náttina.
Annika Olsen helt, at eitt, sum gjørdi hana serliga óttafulla um støðuna, er, at sjálvur fútin vil hava fólk at umhugsa at læsa úthurðina um náttina. Hon heldur, at tað er eitt grundleggjandi brot á gamla føroyska føroyska siðvenju, sum er, at vit kunnu lata úthurðina verða ólæsta og lata bilhurðina verða ólæsta.
Hon sigur, at vit eru uppvaksin við, at vit liva í einum samfelagi við ongum kriminaliteti, so hesi orðini hjá fútanum hevði fingið nógv at rakna við, helt hon.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, segði hesi orðini hjá fútanum er ein tann besta ábendingin um, hvussu álvarslig støðan er, og hvussu neyðugt tað er at taka umfatandi stig fyri at basa trupulleikanum, tí hetta er so óføroyskt, sum tað kann vera.
Men tí fegnaðist hann eisini um, at løgtingslimir eru fullsamdir um at tað er neyðugt at fera alvorliga til verka fyri at basa trupulleikanum.