Orðini ?FÓLKIÐ FYRST? eru bókstaviliga meint

Burtur úr kjaki á heimasíðu Javnaðarfloksins

 

Tá valskrá okkara varð gjørd, varð sjálvsagt eisini gjølla viðgjørt, hvussu ætlanin búskaparliga skuldi skipast.

Men legg merki til, at valskrá Javnaðarfloksins er politikkur, og politikkur er viljin at gera broytingar. Eingir Friedmann- ella Caragata serfrøðingar stýra okkara politiska vilja.

Sjálvsagt hevði tað verið lættari at gjørt broytingarnar, um landsstýrissamgongan ikki forkom okkum ein alt ov stóran part av donsku ríkisveitingini. Men ver vísur í, at tá veljararnir hava givið okkum álit at gjøgnumføra valskránna, so verður hon fullførd:

Pensjónin fer upp á 10.000 til støk og 16.000 til hjún um mánaðin.

Í minsta lagi 160 ellis- og røktarheimspláss komandi fýra árini

Ein betri skúli - Børn og ung eru framtíðin

o.s.fr.


Var tað okkara politiski vilji at seta fullveldi fremst og síðan vælferðina hjá øllum føroyingum, so høvdu vit eisini ført tað út í lívið. Men hetta er ikki okkara politiski vilji ? Vit vilja ?FÓLKIÐ FYRST?, alt annað kemur í aðru røð.

Búskaparætlan okkara verður kunngjørd, tá tann tíð kemur. Men ivist onga løtu ivast í, at ætlan okkara kann fullførast og verður veruleiki, tá veljararnir geva okkum møguleikan.