Lions Club í Havn gjørdi eitt vala arbeiði við eitt nú at fáa kvøldskúlarnar og aðrar skúlar at skipa fyri undirvísing fyri orðblindum og lesiveikum fólkum. Mentamálaráðið hevur eisini givi út ein bókling um orðblindni.
Nú eiga børnini tørn, og felagsskapurin hevur gjørt av, at alt yvirskotini av listaframsýningini í Müllers pakkhúsi á ólavsøku fer til at seta kikaran á viðurskiftini hjá orðblindum børnum, sigur stigtakarin Rasmus Magnussen.
Framsýningin er fyri bæði leik og lærd, men hon er serliga ætla teimum, sum ikki eru von at sýna fram.
Linons Club Tórshavnar ætlar annars í september at hava ein kunnandi fund í Miðlahúsinum, har tríggir danskir orðblindakønir fyrilestrahaldarar fara at siga frá royndum aðrastaðni við at hjálpa orðblindum børnum at læra at lesa.