Orðaskvaldur at tosa um sparing

HEILSUVERK Jenis av Rana hevur so daprar royndir av Landssjúkrahúsinum, at hann fellur í svartasta vónloysi av afturvendandi tosinum um sparingar í Heilsuverkin

- Tað er orðaskvaldur at tosa um sparingar í Heilsuverkinum.
Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin.
Hann var rættiliga hvassorðaður, tá ið hansara egni landsstýrismaður, Karsten Hansen, sum umsitur heilsumál, svaraði einum fyrispurningi frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu um sparingar í Heilsuverkinum.
- Svarið frá landsstýrismanninum er orðaskvaldur, sum lítið hava við veruleikan at gera, sigur Jenis av Rana.

Svartasta vónloysi
Umframt at vera tingmaður, er Jenis av Rana eisini lækni.
Oh hann staðfestir, at hann hevur fingið eina heilt aðra áskoðan á støðuna í Heilsuverkinum eftir at hann sjálvur fekk brúk fyri Landssjúkrahúsinum, ikki sum sjúklingur, men sum nærmasti avvarðandi hjá álvarsliga sjúkum fólki.
Tað hevur hann ikki hug at útgreinað nærri.
Men hann sigur, at persónligu royndirnar, hann hevur av føroyska Heilsuverkinum, eru so daprar, at hann fellur í svartasta vónloysi, tá ið hann hoyrir hetta afturvendandi tosið um sparingar í Heilsuverkinum.
Løgtingið hevur samtykt, at Heilsuverkið skal spara einar 20 milliónir í ár og hesi næstu árini skal Heilsuverkið spara 50 milliónir krónur.
Karsten Hansen fekk ikki givið nakað ítøkiligt svar upp á, hvussu ætlanin er at spara í Heilsuverkinum.
Men hann sigur, at hann er farin í holt við eina djúptøkna nýskipan í heilsuverkingum, har málið er at ”tænastan til borgaran verður betur og nærri borgarunum fyri minni kostnað” og at vit skulu taka viðgerðir heim fyri “ fáa meira fyri minni”.
Men samstundis ávara partar av læknafakligu leiðsluni um, at “tað kann gerast trupult at røkka ætlaðu sparingunum”.
- Tað er nógv fyri, at man skal enda í hóttandi sjúku fyri at ásanna, at hetta tosið um sparing er tað bera orðaskvaldur sum lítið hava við veruleikan at gera, sigur Jenis av Rana.

Pínumarkið
Jenis av Rana heitir staðiliga á landsstýrismannin at taka orðini hjá læknafakligu leiðsluni til eftirtektar.
- Tað er eitt pínumark fyri, hvussu nógv kann sparast í Heilsuverkinum, og tað skal landsstýrismaðurin eisini hava, sigur hann.
- Tað verður nógv tosað um dirvi til at taka støðu og skera ígjøgnum í Heilsuverkinum, sigur hann
Men hann heldur, at tað, sum krevur størst dirvi, er at siga nei til ábyrgdarleysar sparingar.
Hann trýr rætt og slætt ikki upp á, at tað ber til at gjøgnumføra ætlaðu sparingarnar í Heilsuverkinum.
- Hetta er ein tíð, har alt verður dýrari, bæði heilivágur og viðgerðir og tí er tað bláoygd at halda, at tað ber til at samanbera heilsuverkið við allar aðrar stovnar og at krevja sparingar í heilsuverkinum á jøvnum føti við sparingar á øðrum stovnum.

Tola ikki meir
Jenis av Rana sigur, at hansara egnu royndir av Heilsuverkinum hava sannført hann um, at har eri ikki nógv eftir at spara.
- Tvørturímóti havi eg eina greiða fatan av, at sum heild er Landssjúkrahúsi niðurpínt og tolir ikki fleiri sparingar.
Samstundis ávarar hann ímóti at taka fleiri viðgerðir heim, uttan at hava fulla vissu fyri, at fakliga dygdin er á sama støði, sum á eini serdeild uttanlands.
- Tað er ikki altíð støðan í teimum viðgerðum, sum longu eru tiknar heim og tí má tað ikki henda, at fleiri viðgerðir verða tiknar heim, fyrrenn vit fáa fulla trygd fyri, at fakliga støðið er nøktandi.
Og her hugsar hann ikki um at fáa serlæknar heim einaferð um mánaðin ella 14. Hvønn dag, men um at hava serlækna, sum kann fylgja sjúklingunum dagliga.
Hann sigur, í næstum fer hann at seta landsstýrismanninum í Heilsumálum ein skrivligan fyrispurning um tað einasta rætta ikki er at seta serlækna í krabbmeini í fast starv á Landssjúkrahúsinum.
- Tað er ein logiskur spurningur eftir teimum royndum, eg havi av Landssjúkrahúsinum, sigur hann.

Ongan týdning
Ført verður fram, at tað er best at taka viðgerðir heim, er sjúklingurin í heimligum umhvørvi.
Hesum sjónarmiði er Jenis av Rana als ikki samdur í.
- Kennir sjúklingurin seg ikki tryggan, hevur tað ongan týdning at viðgerðin er í Føroyum.
- Trygdin hjá sjúklinginum skal vera í hásæti og so kann viðgerðin fyri tað vera í Afrika.
Í sambandi við sparingar í Heilsuverkinum, hevur eitt gandaorð verið fyribyrging.
Tað tekur Jenis av Rana undir við.
- Men fyribyrging er bara ein sparing í longdini, tí tað verður ikki hesi næstu árini, at fyribyrging fer at føra nakra sparing við sær.
Kortini ásannar hann, at sparingar eru at heinta summa staðni í Heilsuverkinum.
Eitt er at lækka læknalønirnar, sum í summum førum eru 80.000 krónur um vikuna, tá ið læknar fara av Landssjúkrahúsinum á tey smærru sjúkrahúsini at arbeiða.
Ein onnur sparing er í urologi, sum hevur verið nógv umrødd seinastu dagarnar, har yvirlækni er í starvi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum hevur urologi sum sergrein, men hann hevur ov lítið at gera, tí ístaðin fyri at brúka hann, flytir Heilsuverkið við jøvnum millumbili urologar uttanlands til Føroya at arbeiða.
- Men urologurin arbeiðir kanska á skeivum sjúkrahúsi, leggur hann turrisliga afturat

Egnan barm
Jenis av Rana ásannar, at hann noyðist eisini at taka í egnan barm, tí hann hevur sjálvur atkvøtt fyri sparingunum í Heilsuverkinum, sum landsstýrismaðurin nú skal gjøgnumføra.
- Eg má viðganga, at í dag havi eg eina heilt aðra áskoðan á Heilsuverkið enn eg hevði fyri nøkrum mánaðum síðani.
- Áður hevur mín hugsan um Heilsuverkið verið nógv grundað á teori. Nú havi eg roynt tað á egnum kroppi og tað hevur flutt mørk hjá mær, sigur Jenis av Rana.
- Hevði tað verið í dag, ivist eg stórliga í um eg hevði atkvøtt fyri sparingunum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at nú skal samgongan aftur at tingast um fíggjarkarmar og har fær hann at gera sína ávirkan galdandi at fáa samgonguna at broyta kós mótvegis Heilsuverkinum.
- So taka vit tað haðani frá, leggir Jenis av Rana afturat