Hergeir Nielsen, tingmaður: Henrik Old og aðrir góðir javnaðarmenn tosa um, at nú skal mann hava innlit og ávirkan, og so skal mann taka ábyrgd. Altso: mann skal fara inn og taka ábyrgd og ikki kunna avgera nakað sum helst. Tað er tað, ið Føroya Javnaðarflokkur stendur her uppi og sigur í dag. "Innlit og ávirkan, so mann kann taka ábyrgd," søgdu teir. Men at taka avgerðir, tað er ein býur í Kina. Tað kunnu danir og aðrir gera (...) "Stig á sjálvstýrisleið," sigur John Johannessen. Ja, einaferð var tað soleiðis í Onglandi, at teir kjakaðust um at leggja ferðsluna yvir í høgrakoyring, og tá kom eitt ljóst høvd og segði, at hvat við at taka tað stig fyri stig og lata lastbilarnar byrja at koyra í høgru síðu. Hetta minnir meg nakað um tað. Vit taka lastbilarnar yvir í høgru síðu fyrst, og so fáa vit tann fullkomna ruðuleikan. Tað er eitt vældokumenterað roknistykkið, sum sigur, at danir hava spart 40 milliardir krónur yvir 14 ár fyri at hava brúkt Føroyar og Grønland sum bumbumál. Tað er eitt roknistykki, sum vert er at hyggja eftir í øllum hesum her samanhanginum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður: Málsøkið er enn eitt felagsmál. Tað er væl tann munurin millum Hergeir Nielsen og eitt nú meg sjálvan, tað er tað, at eg viðurkenni tann veruleikan, at tað er eitt danskt málsøki. Men tað er ikki forbundið nakrar útreiðslur við tað, at vit fáa innlit og ávirkan.
Høgni Hoydal, tingmaður: Tað sum er broytt nú, tað er, at nú góðtekur Jóannes Eidesgaad, løgmaður, alt tað sum hann higartil hevur mótmælt ímóti, eisini sum tingmaður, nevniliga at avgerðir verða tiknar yvir høvdið á Løgtinginum í hernaðar- og trygdarpolitiskum málum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður: Viðvíkjandi tí breiðu semjuni. Jú, tað er rætt, at tað hevði verið ynskiligt, men mínar royndir higartil í uttanlandsnevndini vísa, at uttan mun til hvussu leingi hetta málið hevði ligið í uttanlandsnevndini - um tað hevði ligið nú ein mánað afturat, tveir mánaðir, eitt ár afturat, og um øll høvdu verðið innkallað - so trúgvi eg ikki uppá, at Tjóðveldisflokkurin hevði kunnað sæð tann politiska veruleikan í eyguni alíkavæl, og hann hevði enn hildið seg til tað, at dreymurin er nakað annað, enn tað sum... (tíðin farin)
Hergeir Nielsen: Støðan hjá Javnaðarflokkinum er ein stór "joke" í hesum málinum.