Orðaskiftið fer allar vegir í senn. Ein tosar um einskiljingar, ein um studentaskúlar, ein annar um ferjusigling, ein um avgjald á bomm og sjokolátu, ein um sjúkrahús og so framvegis. Málsøkini á fíggjarlógini verða rætt og slætt vavd upp í ein vavgreyt í viðgerðini.
Tað sigur Jógvan Arge, løgtingsmaður. Hann var fyrstu ferð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 2002, og sostatt hevur hann havt høvi at luttikið í tveimum fíggjarlógarviðgerðum higartil. Hann er eirindaleysur í sínari eftirmeting av árligu fíggjarlógarviðgerðini í løgtinginum. Orðaskiftið er óskipað og ørkymlar lurtaran, meira enn tað greiðir fløkjur fyri honum, heldur hann.
Orðaskiftið um fíggjarlógina tók samfullar tríggjar dagar. Tað er sent samstundis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er helst týdningarmesta lógin, ið verður viðgjørd, tí hon leggur karmarnar fyri samfelagið og býtir virðini millum landsins borgarar. Við øðrum orðum er talan um ítøkiliga politikkin hjá politiska meirilutanum.
Men nógv munnu saman við Jógvani Arge sita eftir við einari tómari kenslu av, at orðaskiftið einki tekin gav um, hvat landsins kosnu kvinnur og menn ætla við landshúsarhaldinum næsta ár.
? Spurningurin er, um løgtingið ikki kundi viðgjørt fíggjarlógina á ein betur struktureraðan hátt, sum gav bæði tingfólkum og almenninginum eitt betri og tryggari innlit í hesa landsins týdningarmestu lóg og ta støðu, sum tingflokkarnir hava, sigur Jógvan Arge.
Í fyrstu atløgu hugsar Jógvan Arge sær, at viðgerðin byrjar við einari munnligari framløgu frá landsstýrinum, har tikið verður saman um uppskotið og greitt verður frá, hvørjar ætlanir liggja í nýggja uppskotinum, hvørjar broytingar eru gjørdar í mun til farnu árini, og hvørji framtøk eru sett út í kortið.
? Tað plagar at vera eitt minstakrav til øll orðaskifti, at lagt verður upp til tey. Soleiðis er ikki her í tinginum, sigur Jógvan Arge.
Í øðrum lagi heldur Jógvan Arge viðgerðina minna mest um skipað kaos, tí orðaskiftið fer í allar ættir samstundis. Eingin stýring, eingin uppbýting í evni og eingi beinleiðis framsøgufólk í ymsu málunum.
? Tað hevði bøtt munandi um møguleikarnar at fáa nakað burtur úr orðaskiftinum, um viðgerðin varð løgd soleiðis til rættis, at til dømis almannamálini vórðu tikin fyri seg, vinnumálini fyri seg, fiskivinnan fyri seg, mentamálini fyri seg og so frameftir. Sjálvandi skuldi ein partur av orðaskiftinum eisini verið markaður til tann yvirskipaða fíggjarliga politikkin, sigur hann.
Jógvan Arge heitir á løgtingsformannin um at taka upp spurningin um at leggja orðaskiftið betur til rættis, so lurtarin, sum er veljarin, fær betri møguleika fyri at halda betur saman á sjónarmiðini og fólk fáa betri fatan av, hvat tað er, løgtingið arbeiðir við. Tað hevði eisini givið flokkunum betri møguleika at fyrireika seg til orðaskiftið við framsøgum til einstøku málsøkini.
? Sum nú er, kemur tann yvirskipaða viðgerðin og tann ítøkiliga umrøðan av málsøkjum slongjandi alt eftir, hvussu skjótur ein landsstýrismaður hevur verið at trýst á knøttin og biðið um orðið, ella ein tingmaður tekur tey upp, sigur Jógvan Arge.