Orðabøkur eru sjálvdan metsølubøkur, men nýggju føroyskt-ensku orðabøkurnar eru størsta føroyska orðabókaverkið nakrantíð og hava fingið nógva umtalu. Harumframt hevur forlagið havt eitt serligt byrjunartilboð.
- Vit hava selt um 500 sett. Eg hevði vónað at selt meira, av tí at vit høvdu so gott tilboð í sambandi við útgávuna. Tilboðið gongur út nú, og tá fara bøkurnar at kosta 500 krónur meira fyri hvørt settið, sigur Jonhard Mikkelsen, orðabókarithøvundur og ritstjóri.
- Tá ið ferðin á søluni ikki er meira enn henda, nú tilboðið er, so verður hon ivaleyst uppaftur trekari, tá ið tilboðið verður tikið av nú í apríl mánaða, heldur hann.
Sambært Jonhardi Mikkelsen er frágreiðingin til sølutølini at finna í skúlum og mentamálaráði.
- Tørvurin er ikki so stórur á bókunum, tí eingi krøv eru í skúlunum um at brúka føroyskt tilfar. Vit hava øll brúkt Gyldendal altíð, og tað brúka fólk framvegis. Komu tekin ella krøv frá Mentamálaráðnum um, at undirvísing og próvtøkur í enskum verða grundaðar á føroyskt tilfar í framtíðini, so hevði tørvur verið á nýggju bókunum.
Men tey boðini eru ikki komin enn, og Jonhard Mikkelsen óttast, at støðan ikki verður broytt í bræði.
Orðabøkurnar verða seldar sum sett, har fløga eisini fylgir við. Fleiri fyrispurningar hava verið um at fáa fløguna uttan bøkur, men Jonhard Mikkelsen sigur, at avgerðin at selja fløguna saman við bókunum stendur við, til meginparturin av fyrsta upplagnum er uppi.
- Tann, ið keypir settið, keypir ikki til fánýtis, tí støk fløga fer at kosta upp ímóti tí, ið pakkin við bókum og fløgum kostar í tilboði í dag til samans, sigur ritstjórin.
Nógv samskifti við brúkararnar
Nýggju ensku orðabøkurnar eru eisini at vera tøkar á netinum. Bæði fløgan og netútgávan verða dagførdar hvønn mánað, og tí hava rithøvundarnir lagt stóran dent á samskifti við brúkararnar.
-Vit fáa hvønn dag teldubrøv við málsligum fyrispurningum, við ábótum og við uppskotum. Ein sjáldsama hugalig gongd, sigur Jonhard Mikkelsen. Hann kemur við nøkrum dømum um viðkomandi og mennandi viðmerkingar
- Kári Leivsson, sálarfrøðingur, hevur víst á, at vit brúka orðini játtan og góðkenning fyri enska orðið acceptance, men gloyma orðið sátt og at sættast við. Í sálarfrøðiligum høpi kemur fyribrigdið og orðið acceptance ofta fyri, og tá í týdninginum: at sættast við nakað, sum ein ikki kemur uttanum.
- Sálarfrøðingurin vísir á, at at sættast við er nakað heilt annað enn at góðkenna ella góðtaka nakað. Hann tók The serenity prayer, sum sigst koma úr Sanskrit, men á enskum ljóðar »God give me the serenity to accept the things I cannot change, courage to change the things I can, and wisdom to see the difference« - vegna vantandi málsligt innlit hevur henda bøn verið týdd á føroyskum til at »góðkenna tað eg ikki kann broyta«, sum er heilt burturvið, tí at sættast við er tann djúpa prosessin, og tí tann neyva týðingin av accept í hesum føri.
Jonhard Mikkelsen sigur, at hann fegnast um slíkar viðmerkingar frá fakfólki og aðrar fyrispurningar frá fólki sum eftirlýsa góðar týðingar av nýggjum hugtøkum.
Er fantastiskt føroyskt?
Málið er livandi og flytur seg alla tíðina, og fólk kunnu vera ósamd um hvat er føroyskt og ikki.
Spurdur um orðið fantastiskt, sum ikki er í nýggju orðabókini, sigur Jonhard Mikkelsen, at hansara varhugi er, at føroyingar brúka færri og færri lýsingarorð og hjáorð. Orðið fantastiskt verður brúkt um alt.
- Kanska hongur hetta orðið og nýtslan føst í, at einki skal vera vanligt og javnt og gerandisligt í dag. Alt skal imponera og vera serligt. Í teirri gongdini tykjast vit at verða strandað á ávísum orðum. Eitt gott avrik er fantastikst. At tú fekst billet til filmin var fantastiskt. Skuffukakan, tú fekst aftur við drekkanum seinnapartin, var fantastisk. Skal tú knýta hjáorðið uppí, so tú fært lagt dent á, hvussu fantastiskt tað er, sigur tú ”ordiliga fantastiskt”.
Orðið er sambært ritstjóranum eitt fremmant og blankt-slitið orð. Skulu slík orð uppí, so verða so ómetaliga nógv onnur orð, ið troka á at sleppa upp í part, heldur hann.
- Og tá hava vit kent tað, sum vit vóru har, vit ikki grynntu. Vit hava á ein hátt bundið um heilan fingur, men eg haldi ikki, at vit eru erkvisnir.
Einki málráð
- Kanska er vit ov varnir í orðabókunum, sigur Jonhard Mikkelsen, ritstjórin handan nýggju ensk-føroysku orðabøkurnar.
- Kanska sálda vit í so nógv frá. Men varsemið stavar millum annað frá tí, at eingin málsligur myndugleiki er í landinum. Einki veruligt málráð, mannað við vælútbúnum málfrøðingum til dømis, sum kundu sagt okkum, hvar stikið skal verða sett.
Sambært Jonhardi Mikkelsen, er varsemi eisini knýtt at tí veruleika, at tað er so lítið orðabókaarbeiði í Føroyum. Útgávurnar eru fáar og samskipan minni.
Men nú er gongd komin á, heldur hann.
- Eg vænti at vit fara at síggja fleiri stórar orðabøkur á marknaðinum heilt skjótt – kanska innan fyri tvey tey næstu árini. Tá verður betri grundarlag lagt undir málsligt kjak og til ta tíð vænti eg, at eitt veruligt málráð er stovnað í Føroyum. Tilmæli er gjørt um tað í málstevnuálitinum.
Í dag hevur Málnevndin til uppgáva at geva einstaklingum og feløgum ráð og vegleiðing um føroyskt mál. Uppskotið hjá málstevnunevndini, er at Málnevndin/Málráðið verður heimilandi stovnur, sum regluskipar og ger rættskrivingarorðalistar, sum almennir stovnar og skúlar verða álagdir at fylgja.