Orðabókin bleiv ársins málmaður

Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari, fekk málrøktarvirðislønina á almennum tiltaki í Studentaskúlanum í Hoydølum í morgun - á Degi málsins tann 25. mars 2010.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, lat virðislønina, sum er ætlað einstaklingi, stovni ella felagi, ið hevur verið við til at røkja og ríka føroyska málið. Málrøktarvirðislønin, ið er kr. 40.000, verður handað tann 25. mars, ið samstundis verður útnevndur sum Dagur málsins. Dagurin er, sum kunnugt, føðingardagur V.U. Hammershaimbs.

Jóhan Hendrik Winther Poulsen er føddur í Sumba í 1934.