Fyri løtu síðani vitjaði Sportalurin/Rás2 Hoyvíkshøllina, har H71 skipaði fyri upphiting til næstu FM-finaluna ímóti KÍF í Kollafirði.
Longu klokkan 14.15 fóru bussar norður til Kollafjarðar. FM-finalan í Kollafirði byrjar klokkan 16.
Optimisman er stór millum H71 fjeppararnar. Bæði sæð í ljósinum av avrikinum mikukvøldið, tá H71 vendi einum hóttandi tapi til ein 23-23 javnleik, og eisini sæð í ljósinum av, at H71 vann tvær FM-finalur norðuri í Kollafirði í fjør.
Undir greinini ber til at hoyra eitt ljóðbrot, har vit prátaðu við H71-fjepparan, Rúna Ellingsgaard. Undir greinini er eisini ein kykmynd, har vit práta við tríggjar ungar H71 fjepparar.