Optikari aftur í Suðuroynni

Flaggdagin, leygardagin 25. apríl, verður móttøka í nýggjum handli í Vági. Tað er Sjónin, sum letur upp.

Tað er 27 áta gamli Tóki Brattalíð, sum letur Sjónina upp. Hann hevur lært til optikara, og eftir at handilin Ur og Optik gavst fyri nøkrum árum síðani, sá Tóki ein tørv í Suðuroynni.

Eg valdi hesa útbúgvingina, tí ongin optikari er í oynni, og egsá tískil stóran tørv á hesum. Eg fari at lata upp optik-handil í umvældu handlshølunum í Vági, har Ur & Optik helt til fyrr. Eg fari m..a. at selja brillur, kontaktlinsur, kikarar og at skifta battaríá uruum o. ø, sum hóskar til ein optik handil, sigur Tóki Brattalíð.

Hann sigur, at til móttøkuna leygardagin verður atlit tikið til koronastøðuna í løtuni. Møguleiki verður at síggja handilshølini og bíleggja tíð til sjónkanning.

Frá mánadegnum 27. apríl verður opið í Sjónini.