Oprah egna rás

Næsta ár sleppa 70 milliónir húsarhald í USA at síggja eina nýggja sjónvarpsrás, sum fær heitið Oprah Winfrey Network, og sum navnið sigur, er tað sjónvarpsstjørnan Opraf Winfrey, sum er stigtakari. Hon skal eiga rásina saman við stórfyritøkuni Discovery Communications. Í einum tíðindaskrivi sigur Oprah Winfrey, at tey seinastu 15 árini hevur tað verið hennara stóri dreymur at fáa sína egnu sjónvarpsrás, og at hon gleðir seg til, at tað nú verður veruleiki.