-Opna samfelagið má fyri alt varðveitast

Edmund Joensen heldur, tað er sera torført at verja politikkarar ómóti ágangi. Vanliga er talan um ávísar persónar, sum eru sjúkir, og tey kunnu brádliga fáa eitt hugskot, og tað er ringt at verja seg fyri, sigur løgtingsformaðurin

Sum løgtingsformaður, er ein av uppgávunum hjá Edmundi Joensen at varða av trygdini hjá løgtingsmonnum. Eftir morðið á Onnu Lindh hevur nógv verið frammi um, at neyðugt er við átøkum sum tryggja, at aðrir politikkarar ikki fáa somu lagnu sum Anna Lindh.
Í Føroyum hava vit havt tilburðir, har fólk hava roynt at gjørt seg inn á einstakar poltikkarar, men til alla lukku eru steðgað í evstu løtu. Spurdur, um tilburðurin í Svøríki fær nakra ávirkan á, hvussu vit í Føroyum í framtíðini fara at verja okkara politikkarar ímóti ágangi, svarar Edmund Joensen, at tað vanliga er ringt at verja seg ímóti.
? Vanliga er talan um ávísar persónar, sum eru sjúkir, og tá er oftað torført at verja seg, tí tey brádliga kunnu eitt hugskot, og tað er ringt at verja seg fyri, sigur løgtingsformaðurin
Edmund vísir á, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at tað ikki verður lopið
frammav. Hann heldur, tað er av alstórum týdningi, at vit varðveita tað opna samfelagið, og ikki enda sum politistatir, sum vit kenna tað í øðrum londum ?Í einum samfelagi er týdningartikið at øll kunnu kenna seg trygg, sigur Edmund Joensen.
Opna samfelagið hevur altíð verið ein grundarsteinunum í teimum norðurlendsku samfelagnum. Løgtingsformaður vísir í tí viðfangi, at í dag ber kortini til at staðfesta, at norðanlond ikki eru tey somu sum fyri 20 árum síðan, tí samfeløgini eru samansett av fleiri fólkum, ið hava leita sær til norðanlondini at búgva.

Ábyrgd hjá løgregluni
Løgtingsformaðurin er ikki í iva um, at endaliga ábyrgdin av trygdini hjá fólki liggur hjá løgregluni. ?Tað visir seg ofta, at tað serliga spentar støður eru, so vísa fólk serliga áhuga í politikki, og tá vísir tað seg av og á, at keðiligar støður taka seg upp, sigur Edmund Joensen.
Hann heldur, at uppgávan hjá løgregluni er at taka støðu til nær hon metir ,at trygdin hjá politikkarum er hótt og ikki, og taka fyrlit fyri tí.