Opin fyrispurningur í samband við, at farast skal undir at byggja Tekniska Skúlan í Tórshavn

Av tí at samsvar ikki er millum samgonguskjalið 2002-2006 og skriv, sum skúlin hevur fingið frá landsstýrismanninum í Mentamálum, verður fylgjandi fyrispurningur settur:

Fyrispurningurin er til Anfinn Kallsberg, løgmann, Høgna Hoydal, landsstýrismann, Kára P. Højgaard, tingmann og Jenis av Rana, tingmann.
Hvussu tulka tit fylgjandi brotúr Samgonguskjalinum 2002-2006, undirskrivað tann 6. juni 2002 av tykkum, umboðandi viðkomandi flokkar. Sitat úr samgonguskjalinum: »Nýggjur tekniskur skúli og studentaskúli verða bygdir í Tórshavn«.
Upplýsast kann, at Tekniski Skúlin í Tórshavn, í skrivi dagf. 4. november 2002 frá landsstýrismanninum í Mentamálum, hevur fingið boð um, at Tekniski Skúlin í Tórshavn verður liðugt bygdur í 2012.