Opin dystur um glóðheita sessin

Hólmgongan um glóðheita sessin í mentamálaráðnum er í hæddini í Tjóðveldisflokkinum, og eftir øllum at døma fellur avgerðin í dag ella í morgin. Nógv eru um boðið, men heitastu nøvnini beint nú tykjast vera Annita á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen. Finnbogi Ísakson spøkir sum avbjóðari til sessin

Tað er púra opið, hvør verður nýggjur landsstýrismaður við mentamálum.
Tað bendir alt á, nú Tjóðveldisflokkurin er heilt tætt við at seta ein nýggjan landsstýrismann við mentamálum. Sum Sosialurin skilir varð ætlanin, at nýggjur landsstýrismaður skuldi setast longu í gjár, týsdagin, men so mikil ivi er um, hvør tað skal vera, at tað lættliga kann koma í drag.
Í prinsippinum eru øll tjóðveldisfólk líka gott boð, verður sagt frá keldum í flokkinum. Høgni Hoydal, floksformaður, sigur fleiri uppskot vera komin til landsstýrismann, og hann væntar, at avgerðin fellur í vikuni.
Eftir at hann hevur lurtað eftir sjónarmiðum frá aðalstjórn, floksstjórn og tingmanning, heldur Høgni Hoydal seg hava gjørt upp við sjálvan, hvør hansara besta boð er, men tað verður hann ikki einsamallur um at gera av.
Tað er tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum, sum hevur síðsta orðið, tá landsstýrismaður skal setast. Frammanundan hava bæði aðalstjórnin og floksstjórnin givið sítt tilmælið, og helst er nøkunlunda semja um, hvør skal í sessin, tá tingmanningin tekur endaligu avgerðina.

Heitur sessur
Høgni Hoydal hevur røkt starvið, síðan Annlis Bjarkhamar varð koyrd úr starvið, men tað hevur leingi verið greitt, at hann bert sat fyribils, tí hann eisini er løgmálaráðharri.
At sessurin er heitur, er einki at ivast í, tí heili sjey ferðir hevur Tjóðveldisflokkurin sett fólk í mentamálaráðið, síðan hann fekk mentamál at umsita í 1998. Nú ræður um at fáa fólk í mentamálaráðið, sum kann halda til teir mongu brotasjógvarnar, sum javnan bresta á Hoyvíksvegi 72.
Tørvur er á einum støðuføstum ráðharra, sum kennir politiska spælið til lítar; eisini tá tað gerst gravskitið. Harafturat er tað ein sannroynd, at landsstýrisfólk hava verið í hornatøkum við sína umsiting, sum sambært tjóðveldisfólkum ikki altíð hevur verið sínum landsstýrismanni lýðin.

Annita fyri Annlis
Annita á Fríðriksmørk, sum er tingkvinna í Suðurstreymoy, hevur verið nevnd sum ein møguleiki, og eftir øllum at døma verður stórt arbeiði gjørt fyri, at hon skal setast í starv.
Okkurt talar fyri henni, tí einki konufólk er í landsstýrinum, og hon kundi verið ein góður avloysari í so máta fyri Annlis Bjarkhamar, sum mátti lúta. Annita hevur áhuga fyri mentamálum, og harafturat er Suðurstreymoy ikki væl umboðað í mun til stóru undirtøkuna, flokkurin hevur í valdøminum.
Spurningurin er, um hon er tann rætta, tá tað ræður um at standa eitt nú løgmanni og umsitingini kurl. Sjálv vildi Annita á Fríðriksmørk einki avdúka, tá vit spurdu okkum fyri. Hon sigur bara, at flokkurin hevur nógv gott fólk at taka av og nógv atlit eru at taka. Sambært Annitu á Fríðriksmørk varð einki avgjørt, tá vit tosaði við hana á døgurða týsdagin.
Spurningurin er hinvegin, um hini tingfólkini í Suðurstreymoy vilja hava Annitu í landsstýrið. Tað slóðar vegin fyri Finni Helmsdal, ið hevur givið floksformanninum og samgonguni høvuðbrýggj, og bæði Jógvan Arge og Kristina Háfoss kunnu hóttast til næsta løgtingsval, um Finnur Helmsdal aftur fær gjørt vart við seg í løgtingum.

Ísakson spøkir
Eitt alternativt boð er Finnbogi Ísakson, fyrrverandi løgtingsformaður. Hann hevur prógvað sín politiska dugnaskap, hevur drúgvar royndir og hevur umdømi sum ein snildur politiskur revur. Hann kundi hann verið maðurin, sum tók truplu uppgávuna á seg at rudda mentamálaráðið, tí hann er ein ráðaríkur maður, ið ikki letur seg trýsta.
Sosialurin veit um tingfólk, sum eru sinnað at stuðla Finnboga, og tað hevði so samstundis varðveitt eitt status quo í tingmanningini.
Hinvegin er ikki vist, at Finnbogi er áhugaður, tí hann hevur tikið seg úr politikki. Sjálvur kennir hann onki til ætlanina, men hann vísir ikki tankanum bakið.
? Fái eg tilboðið, so skyldi eg flokkinum at umhugsa tað gjølla. Men fyrst má eg fáa eina áheitan, síðan má eg hugsa um tað, og so má eg taka støðu, sigur Finnbogi Ísakson, sum kortini væntar, at yngri fólk enn hann skulu framat.

Hergeir úr Suðuroy
Eitt triðja boð er Hergeir Nielsen úr Suðuroyar valdømi. Hann hevur sum lærari innlit í skúlaviðurskiftini, hevur áður verið landsstýrismaður og hevur verið ein álitismaður fyri flokkin í nógv ár.
Tað er ein sannroynd, at øll valdømini royna at gera vart við seg, og suðuroyingar mistu tíðliga sín mann, tá Óli Holm í stutta tíð varð avloysari í mentamálaráðnum.
Sum skilst er Unga Tjóðveldi sinnað at stuðla Hergeiri Nielsen. Tað kemst av, at felagið varð misnøgt við, at Annlis Bjarkhamar mátti lúta, uttan at tey fingu nakað afturfyri. Verður Hergeir Nielsen landsstýrismaður, kemur formaðurin í Unga Tjóðveldinum, Rúni Nielsen úr Vági, inn á ting, og so er skaðin gjørdur góður aftur.
Onnur evni eru undanfarnir landsstýrismenn sum Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen, ið hava verið noyddir at lagt frá sær. Men teir eru lítið sannlíkir. Signar hevur mest sum tikið seg aftur eftir stóra vónbrotið, tá hann ikki slapp aftur í landsstýrið, og Tórbjørn hevur úr at gera sum reiðari, fólkatingsmaður og løgtingsmaður.
Sostatt stendur stríðið millum tey trý: Annitu, Hergeir og Finnboga. Men tað kann eins væl gerast onkur heilt annar, tá av tornar.