Opið hús og mottøka í Kvíggjartúni á Argjum

Heimið í Kvíggjartúni á Argjum er klárt at taka í nýtslu, og í tí sambandi er almenn móttøka klokkan 15.00. Áðrenn móttøkuna er opið hús

Á skránni eru røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.

 

Húsið er opið frá klokkan 13.00 í dag, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar kl. 15.00.

 

Kvíggjartún er karmur um bú-, frítíðar- og umlættingartilboð til børn og ung við autismu.

 

Kvíggjartún kann hýsa seks búplássum, seks umlættingarplássum og eini virkniseind til dagtilboð við upp til 15 børnum og ungum og eini starvsfólkaeind.

 

Húsið er býtt í tríggjar eindir við smáum spæliøkjum uttanfyri.  

 

##med2##