Opið til kl 18 hósdag og fríggjadag

Á fundi hjá felagnum Tórshavn mikudagin varð gjørt av, at handlarnir í miðbýnum í Havn í framtíðini fara at hava opið til klokkan 18 hósdagar og fríggjadagar.

Eirikur Lindenskov


? Higartil hava handlarnir havt opið til klokkan 19 fríggjakvøld, men av tí at hetta er ein »deyð perioda«, hava vit gjørt av heldur at hava opið longri fríggjakvøld, sigur Thordur Thorsteinsson frá felagnum Tórshavn.

Ætlanin er, at nýggju afturlatingartíðirnar koma í gildi í komandi viku.

? Tá peningastovnarnir hava opið til klokkan 18 hóskvøld, so er tað kanska eisini hóskandi, at handlarnir hava tað, heldur Thordur Thorsteinsson.

Av tiltøkum annars hjá felagnum Tórshavn komandi vikurnar kann nevnast mótasýningin, sum verður í Klubbanum 27. oktober, men tað verður nærri at frætta um seinni.