Topp politikarar í Sambandsflokkinum finnast hvassliga at evropapolitikkinum hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í uttanlandsmálum og samgonguni sum heild Tað er synd at siga, at samgongan dregur somu línu í spurninginum um, hvønn evropapolitikk, samgongan skal føra.
Tað varð skorið út í papp, tá ið Løgtingið hevði munnligar fyrispurningar á skránni í vikuni.
Tað var gamli sambandsformaðurin, Edmund Joensen, sum nú er fólkatingsmaður, sum festi tí, tá ið hann spurdi Jørgen Niclasen, landsstýrismann í uttanlandsmálum, hví hann ikki enn hevur sett tann skjótt arbeiðandi serfrøðingabólkin, sum samgongan hevur avtalað at seta at kanna greina møguleikarnar fyri tættari føroyskum tilknýti til ES - eisini møguleikan fyri at Føroyar gerast partur í ES.
Hann vil eisini hava at vita, nær arbeiðsbólkurin verður settur.
- Tað eru fimm mánaðir síðani, at samgongan varð skipað og enn hevur Jørgen Niclasen enn onki gjørt fyri at fáa gongd á kanningarnar um føroyskt tilknýti til ES.
Hann rør eisini framundir, at tað er brot á samgonguskjalið at onki er gjørt við málið.
Jørgen Niclasen sigur, at starvsfólk í uttanríkisráðnum hevur lagt stórt arbeiðið at fyrireika arbeiðið so væl sum gjørligt, so at vit fáa eitt úrslit, sum vit kunnu brúka til nakað.
Annars er tað ikki fyrrenn á nýggjárinum, at peningur var tøkur til at seta kanningina í verk fyri.
Annars vísir Jørgen Niclasen, at tað tók tíð at finna tey røttu fólkini.
Men tað gongur ikki long tíð, til arbeiðsbólkurin kann gerast.
Magni Laksáfoss í Sambandsflokkinum sigur, at talan er tvørtur ímóti um ein sera viðkomandi spurning.
- ES hevur avgerandi týdning fyri at menna Føroyar og Jørgen Niclasen hevur eina stóra umsiting, men onki at gera uttan at fyrireika hetta arbeiðið. Tað einasta, hann hevur gjørt av øðrum, er at ferðast til Liberia og hesin arbeiðsbólkurin skuldi langt síðani verið avgreiddur.
Hann legði eisini dent á, at ES spurningurin hevur so stóran týdning fyri Sambandsflokkin, at var ES kanningin ikki við í samgonguskjalinum, hevði Sambandsflokkurin heldur ikki verið við í samgonguni.
Edmund Joensen kallaði frágreiðingina hjá Jørgen Niclasen fyri tað beru undanførslur og onki uttan tómt tos.
- Hetta eru nýggjar undanførslur, tí var vilji til tað, kundi arbeiðsbólkurin langt síðani verðið settur burtur av teirri játtan, sum uttanríkisráðið hevur frammanundan.
Hann undraðist turrisliga, at landstýrið ikki skuldi klára at seta ein slíkan arbeiðsbólk upp á fimm mánaðir, tí tað er nógv longri enn tað tekur at fylla ein trolara í Barentshavinum.
Hann heldur eisini lítið um EFTA, tí hann kallaði EFTA fyri eina deyða sild, ella ein avtakandi mána, sum er upp á tað allar minsta.