Opið kríggj er millum Sjónvarp Føroya og Tjóðveldisflokkin.
Var tað ikki greitt longu áðrenn, so er tað nú. Sjónvarpsstjórin hevur sent formanni Tjóðveldisfloksins eitt hvassorðað bræv, sum varð almannakunngjørt í Dimmalætting í gjár. Í brævinum leggur hann Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann hjá flokkinum, beinleiðis undir at hótta tíðindafólk hjá Degi og viku.
Páll á Reynatúgvu vil ikki gera viðmerkingar til málið,men kemur helst við sínari versjón av málinum seinni. Hann sigur tó so mikið viðvíkjandi tilburðinum, har ein tíðindamaður hjá sjónvarpinum kendi seg hóttan, at talan var um skemt. Men kanska var sendarin ikki nóg týðiligur, leggur hann afturat.
Hoydal undrast
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, hevur áður kallað tíðindaflutningin hjá SvF fyri hetz ímóti Tjóðveldisflokkinum, og nú verður helst torført at rætta álitið uppaftur. Hann váttar, at hann hevur fingið teldubræv frá sjónvarpsstjóranum, men vil ikki gera ítøkiligar viðmerkingar, fyrr enn hann hevur svarað Sjónvarpi Føroya.
? Eg kann bara siga, at eg undrist stórliga á, at hetta brævið kemur nú, tí tað kemur beint eftir, at eg havi sent kæru til sjónvarpið um eitt ávíst tíðindainnslag, sum eg meini varð beinleiðis ósatt. Eg fekk onki svar og fekk at vita, at tað vildi mann ikki taka støðu til. Í staðin fái eg eitt svar um landsstýrismannin hjá okkum, sigur Høgni Hoydal.
Hann var sjálvur til staðar, tá tann eina hendingin, sum sjónvarpið kærir um, fór fram í Almannaráðnum. Hann sigur seg ikki kenna støðuna aftur, sum Sjónvarpið lýsir hana, men leggur afturat, at tað er so ymiskt, hvussu fólk uppliva.
Í hesum sambandi undrast hann á, at ákærurnar verður førdar fram í fjølmiðlum, uttan at mótparturin sleppur at verja seg. Tað er annars eitt journalistiskt grundsjónarmið. Hinvegin skrivaði Dimmalætting, sum reisti málið, at maðurin var ikki at hitta.
Øði og ring luft
Ákærurnar í brævinum frá SvF eru ógvusligar.
Í fyrstu syftu kærir SvF seg um, at ein tíðindakvinna varð koyrd úr Almannaráðnum. Páll á Reynatúgvu skal í »sansaleysari øði« hava noktað henni at tosa við aðalstjóran og síðan blakað hana út, tí hon ikki hevði fingið loyvi at seta spurningar í sambandi við ein arbeiðsfund.
»Tað eri eg, sum bestemmi her. Eg havi myndugleika at blaka teg út. ÚT! Og tað geri eg,« endurgevur SvF landstýrismannin fyri at hava sagt.
Hetta er stutt eftir, at sama tíðindakvinna í einum innslagi hevur sagt Tjóðveldisflokkin spæla sjónleik í sambandi við samgongukreppuna, sum var, og tí er luftin ikki serliga góð teirra millum.
Hóttan ella skemt
Men tað er annar tilburðurin, sum er tann álvarsligari. Ein tíðindamaður hjá SvF situr og drekkur kaffi í løgtinginum, tá Páll á Reynatúgvu sigur honum, »at hann var farin at kanna persónligar upplýsingar um journalistarnar í SvF, og næstu ferð, tey hættaðu sær at vera kritisk ímóti Tjóðveldisflokkinum, skuldi hann syrgja fyri at almannakunngera so nógvar persónligar og betentar upplýsingar um tíðindafólkini, at tey blivu spilt út í fjølmiðlunum,« stendur skrivað í brævinum.
Tað gongur eisini fram av brævinum, at Páll á Reynatúgvu seinni sama dag møtir tveimum øðrum starvsfólkum í SvF og sigur teimum, at hann í skemti hevur hótt tíðindamannin.
Út um mark
Antin skilja sjónvarpsfólkini ikki skemtingarlagið hjá Páll á Reynatúgvu. Ella er hann lopin framav. Sjónvarpsstjórin heldur tað seinna.
Mikkjal Helmsdal hevði ikki tíð at tosa við Sosialin, áðrenn blaðið fór til prentingar. Men við Útvarp Føroya segði hann týskvøldið, at tað er eitt mark fyri, hvat ein miðil eigur at góðtaka. Og í hesum førinum heldur hann, at landsstýrismaðurin er farin um tað markið.