Opið stríð er millum Føroysk Miðlafólk og Starvsmannafelagið um eina starvssetan í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Í gjár kravdi Starvsmannafelagið, at Kringvarpið tók uppsøgnir aftur og strikaði eina starvssetan í sjónvarpinum. Nú svara Føroysk Miðlafólk aftur
Felagið Føroysk Miðlafólk (sum fyrr æt Føroya Blaðmannafelag) er fakfelagið hjá teimum fjølmiðlafólkum, sum starvast á privatu miðlunum, meðan starvsfólkini á almennu miðlunum eru fakfelagslimir í Starvsmannafelagnum. Tó hava nøkur fjølmiðlafólk meldað seg úr Starvsmannafelagnum og hava limað seg inn í Føroysk Miðlafólk.
Føroysk Miðlafólk siga, at tað tykist sum ein stak illa umhugsað krígsavbjóðing, at Starvsmannafelagið nú krevur, at Kringvarpið nú skal strika starvssetanina av einum journalisti, sum er limur í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk.
Føroysk Miðlafólk varða ikki av sjálvum sáttmálanum, sum journalistar og onnur programmfólk verða starvssett eftir í Kringvarpinum.
- Men tó skal tað standa púra greitt, at felagið undir ongum umstøðum fer at góðtaka, at nýggjasta starvssetanin av einum journalisti, sum er limur í Føroysk Miðlafólk, á sjónvarpsredaksjónini á tíðindadeildini verður strikað, sigur felagið.
Føroysk Miðlafólk hava longu mótmælt uppsøgnunum, sum ætlanarskriv eru send út um, og felagið stendur fult út við sítt mótmæli. Felagið heldur uppsagnirnar skaða tað journalistiska fakið, tí næstan øll tey, ið ætlanin er at siga úr starvi, eru beinleiðis tengd at journalistisku framleiðsluni.
- Men ætlaðu uppsøgnirnar hava als onki við nýggjastu starvssetanina á tíðindadeildini at gera, og tí mótmæla vit harðliga, at Starvsmannafelagið blandar hesi málini saman og tilvitað gruggar tey. Úrslitið kann einans verða, at starvsfólk í Kringvarpinum á henda verða sett upp móti hvør øðrum, siga Føroysk Miðlafólk.
Felagið hevur kannað umstøðurnar og niðurstøðan er greið:
Starvið á sjónvarpsredaksjónini, sum varð sett beint fyri nýggjár við virknaði frá 1. februar, varð lýst leyst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, áðrenn tað nakrantíð var upp á tal at siga fólki úr starvi á stovninum.
Starvið varð lýst leyst, tí ein sera sentralur medarbeiðari í november segði seg úr starvi. Um sjónvarpsredaksjónin skuldi vera arbeiðsfør, var tað sera umráðandi, at nýtt fólk við hollum journalistiskum royndum og royndum innan sjónvarp varð sett í staðin sum skjótast.
- Tað er tað, sum er hent, sigur felagið. At málið við uppsøgnunum so stingur seg upp, stutt eftir at starvið á sjónvarpsredaksjónini longu var lýst leyst, er púra tilvildarligt. Øll hava havt møguleika at søkja hetta starvið ? eisini fólk í øðrum størvum í Kringvarpinum, íroknað tey, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, siga Føroysk Miðlafólk.
Sambært Kringvarpinum hevur kringvarpsstjórin sent útvarpinum eitt tíðindaskriv, har hon eisini vísir kravinum frá Starvsmannafelagnum aftur.










