Opið skip umborð á Draganum

Leygardagin hin 25. februar klokkan 16-18 - tað er í morgin - verður fiskatorg á Varpabrúnni, har menn fara at skera kjálkar, so møguleiki verður at keypa sær eitt ella fleiri kók heim við.

- Øll eru eisini vælkomin umborð á Dragan at síggja umstøðurnar, har næmingarnir læra sjómansskap.

Tað verða Pole Mikkelsen, lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla og Hans Eli Hansen, lærari, sum fara at greiða frá.

- Eisini er møguligt at fáa ein góðan kaffimunn afturvið einum hugnaligum práti, siga tey, sum skipa fyri torradøgum í Klaksvík.