Fíggjarlógin
?Tað er opið kríggj í samgonguni um fíggjarpolitikkin.
Tað er niðurstøðan hjá Johan Dahl, løgtingsmanni .
Sjálvur situr hann í fíggjarnevndini, har hann umboðar sambandsflokkin, sum er í andstøðu. Og sostatt situr hann eisini í fremsta áskoðarasessinum til tann leik, sum er farin fram seinastu dagarnar ímillum fólkaflokkin við Óla Breckmann, formanni í fíggjarnevndini á odda øðrumegin og so tjóðveldisflokkin hinumegin.
Vit hava spurt hann um hansara meting av støðuni og av arbeiðnum í fíggjarnevndini.
Hann ásannar, at hann hevur ikki góðar fortreytir at siga nakað um, hvussu tað plagdi at vera í fíggjarnevndini, tí hetta er fyristu ferð, hann er við.
Men eg má ásanna, at hetta líkist ikki nøkrum arbeiðshátti, eg annars eri vanur við, sigur hann.
Og hann leggur afturat, hetta hann hevur skilt, at arbeiðslagið plagar at vera øðrvísi í fíggjarnevndini.
? Í øllum førum mugu vit staðfesta, at ósemjan í samgonguni um fíggjarpolitikkin er rættiliga stór
Jenis av Rana hevur havt hug til at sláa hetta upp í glens við at siga, at hetta er einki annað enn ein glæntrileikur og at veruliga ósemjan ikki er so stór.
Men her er Johan Dahl grundleggjandi ósamdur.
? Ósemjan í samgonguni er ógvuliga verulig og hon er ógvuliga stór. Tað er mestsum opið kríggj, sigur Johan Dahl.
Rokið í samgonguni tók seg upp eftir at Sosialurin týsdagin avdúkaði, at Óli Breckmann í í fíggjarnevndini hevði givið landsstýrismonnum boð um at skarva einar 200 milliónir av teirri upphædd, sum landsstýrið annars ætlaði, at teir skuldu fáa a arbeiða við á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Johan Dahl sigur, at ein samgonga átti at verið samd um eitt mál, sum hon legði fyri løgtingið og ikki minst um eitt so týdningarmikið mál sum fíggjarlógina.
? Men tað, vit uppliva, er at samgongan kallar sínar egnu landsstýrismenn á fund í fíggjarnevndini, har teir fáa greið boð frá sínum egnum samgongulimum um at spara stórar upphæddir.
Johan Dahl váttar, at tølini eru á heilt góðari leið, sum Sosialurin hevur nevnt um, at Páll á Reynatúgvu hevur fingið boð um at spara 90 milliónir á almannaøkinum, Bill Justinussen og Annlis Bjarkhamar 40-50 milliónir í part á ávikavist heilsu og skúlaøkinum og Jørgen Niclasen 15 milliónir í fiskivinnuøkinum.
Ramasti álvari
Johan Dahl ivast ikki í, at sparikrøvini frá fíggjarnevndarformanninum til landsstýrismenninar eru meint í ramasta álvara.
? Sostatt er opið stríð í samgonguni um fíggjarlógina, tí her eru tað fíggjarnevndin í samgonguni, sum roynir at gera uppskotið hjá teirra egnu samgongu til einkis.
Sjálvur metir hann, at tann næsta vikan verður avgerðandi fyri samgonguna.
? Tað verður ein stór uppgáva hjá samgonguni at fáa kabalina at ganga upp, men tað fara teir næstu dagarnir at vísa.
Men hóast Johan Dahl ikki ivast í, at sparikrøvini eru meint í álvara, ivast hann í, hvussu realistisk tey eru.
? Sparingar á hasum støðinum, sum formaðurin í fíggjarnevndini hevur kravt, verða ikki framdar uttan at siga einum hópi av fólki úr starvi.
Óarbeiðsfør
Annars metir Johan Dahl, at samgongan er ikki arbeiðsfør.
?Tað er ógvuliga lítið, sum er komið í tingið frá samgonguni, síðani hon varð skipað. Høgni Hoydal viðgongur sjálvur, at stevið er ringt og vit hoyra javnan um mál, sum samgongan hevur ætlað at leggja fyri tingið, men sum verða tikin aftur, tí summir samgongulimir blokera tey við at hótta við samgonguslitið.










