Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur opið allan leygardagin, tá ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin er ókeypis. Tað er fastur táttur, at Tekniski Skúlin í Klaksvík bjóðar øllum á gátt tunnilsdagin, tá ið ókeypis er at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin. Høvið er hjá áhugaðum at fáa innlit í útbúgvingarnar og annars at síggja umstøðurnar á skúlanum.
Í morgin, leygardag, verður opið fyri almenninginum frá klokkan 10 til 14.
Umframt bókligu undirvísingina innan náttúrlærugreinirnar eru komandi næmingar og foreldur vælkomin at uppliva virksemi á El-, Maskin-, Timbur-, Prosess- og Miðladeildini, verður sagt í tíðindaskrivi.









