Týsdagin 4. mars, frá kl. 18-20, var opið hús á Tekniska Skúla í Smiðjugerði í Havn. Skúlin bjóðaði meistarum, foreldrum, teimum ungu og annars øllum áhugaðum at vitja skúlan. Kvøldið byrjaði við, at skúlastjórin Egon Øregaard og Lis Helgadóttir lestrarvegleiðari greiddu frá um skúlan og útbúgvingarmøguleikum á skúlanum. Síðan varð víst runt á teimum ymisku deildunum í Smiðjugerði. Skúlin hevði vanliga praktiska undirvísing hetta kvøldið. Vitjað varð á bildeildini, hárfríðkanardeildini, timburdeildini, smiðjudeildini, maskindeildini og har sum framleiðslutøkningarnir halda til. Kvøldið endaði við einum drekkamunni á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin.
LesarabrøvLesarabrøv