Tórshavnar Kommuna boðar frá, at Skúlin á Fløtum er nú klárur at taka í nýtslu, og nú verður skipað fyri hátíðarhaldi og fyri opnum húsi, har almenningurin eisini sleppur inn at síggja nýggja skúlan. Vegna koronu er hátíðarhaldið í dag kl. 15.15-16.30 fyri innbodnum. Hátíðarhaldið verður tó stroymt beinleiðis á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, soleiðis at fleiri fáa høvið at fylgja við. Leinkja verður tøk seinni í dag.
Annars ber til hjá almenninginum at síggja Skúlan á Fløtum hesar dagar:
Týsdagin 3. november 2020, kl. 16:30-19 – Opið hús
Mikudag 4. november 2020, kl. 16-19 – Opið hús
Hósdagin 5. november 2020, kl. 16-19 – Opið hús
Fríggjadag 6. november 2020 er IKKI opið hús
Leygardagin 7. november 2020, kl. 10-18 – Opið hús
Sunnudagin 8. november 2020, kl. 14-18 – Opið hús
Atgongd til bygningin og covid-19 tilmæli
Kommunan skrivar, at við atliti at covid-19 skulu gestir ganga inn gjøgnum inngongd D, høvuðsinngongdina á suðursíðuni. Síðani oman gjøgnum bygningin á niðastu hædd og niðan aftur eftir 1. hædd og upp á 4. hædd. Har kann veljast millum at fara út á tekjupallinum á 4. hædd og ganga omaneftir tekjupallinum úti, ella at fara niður gjøgnum trappugongdina inni og út gjøgnum inngongd/útgongd E.
Vaktarhald verður á staðnum fyri at tryggja, at ov nógv fólk ikki savnast somu støð og heitt verður á vitjandi um at halda almennu tilmælini viðv. korona.
Parkering
Gestir kunnu seta bilin við p-økið hjá musikkskúlanum, Glasi ella í Hans Andriasargøtu í avmerktum básum. Gott busssamband er til økið.

Opið hús í Skúlanum á Fløtum

