Randi Jacobsen
Tað er eitt stórt framstig fyri eldrarøktina í Vestmanna, at nýggja ellisheimi nú er liðugt, tí við hesum heiminum verður tørvurin á ellis- og røktarheimsplássum í bygdini helst nøktaður.
Á samkomu í kvøld fyri innbodnum handar kommunan Almannaverkinum heimið, sum fær navnið Heimið á Grønanesi.
Í morgin millum klokkan 14 og 18 verður heimið sýnt fram fyri almenninginum.
Heimið er bygt í trimum lonum, og starvsfólkini fáa heiðurin at seta nøvn á lonirnar.
Hetta heimið er fyri øki tvey, sum fevnir um Vágar, Norðstreymoy og Norðureystur, men tað verða væntandi fyrst og fremst vestmenningar, sum fara at búgva á heiminum.
Týsdagin flyta tey fyrstu sjey fólkini inn, og tað eru tey, sum nú búgva í eldrasambýlininum í bygdini. Hini flyta inn so við og við. Nøkur, sum búgva á Mørkini í Streymnesi, hava fingið í boði at flyta á nýggja heimið í heimbygdini.
24 pláss eru, og fýra teirra skulu verða til umlætting.
Lagt er upp til samstarv millum Heimið á Grønanesi og barnaansingarstovnarnar í bygdini, soleiðis at børnini onkuntíð fara at vitja tey gomlu.
Børnini á einum stovni hava longu gjørt tríggjar málningar til Heimið á Grønanesi.
Annars vóna tey á heiminum, at bygdarfólkið eisini fær sær til vana at støkka inn á gólvið.
Tá ið Heimið á Grønanesi verður tikið í nýtslu, flytir heimatænastan eisini inn, soleiðis heimarøktarar og heimasjúkrarøktarfrøðingar arbeiða út frá heiminum. Endamálið er at heimið skal hava betri kunnleika til viðurskiftini hjá teimum eldru fólkunum, sum búgva heima og tørvi teirra.
Í summar bar til at biðja um umsóknarblað til heimið, og yvir 50 umsóknarbløð vóru send út. Ein partur av hesum vóru fólk, sum enn ikki hava tørv á at koma á ellisheim, men tey hava søkt fyri at vera í góðari tíð.
Mia Pedersen er leiðari á heiminum.