85 ára stovningardagur hjá Tórshavnar Sløkkiliði verður hildin í morgin, leygardagin 6. oktober millum klokkan 12 og 18. Tiltakið verður á Brandstøðini, og dyrnar lata upp fyri almenninginum klokkan 12, tá sløkkiliðsfólk fara at vísa runt á støðini.
Tórshavnar Sløkkilið varð stovnað hin 1. oktober í 1933, og í morgun eru fólk vælkomin á gátt at kunna seg um ymisku uppgávurnar hjá Sløkkiliðnum. Her kunnu síggjast allir teir fínu bilarnar og ymisk útgerð á stóra savninum á Brandstøðini.
- Takið endiliga børnini við - væl ílatin - tí tey sleppa at spula við brandslangum, at sløkkja eld og at royna seg í einum roykfyltum rúmi.
Hjá Tórshavnar Sløkkiliði vita tey at siga, at Jógvan Arge fer at hugleiða á einari almennari løtu, sum verður klokkan 15. Her fer kendi útvarpsmaðurin og býráðslimurin gjøgnum fleiri ár at siga frá søguni um Tórshavnar Sløkkilið hesi 85 árini.
- Í morgin verður eisini gjørt vart við nakrar starvsdagar hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Ein hevur 30 ára starvsdag, og árstekn verða handað fyri 20 og 10 ára trúgva tænastu. Hetta verður eftir hugleiðingarnar hjá Jógvan Arge.
Hjá Tórshavnar Sløkkiliði siga tey, at dyrnar lata upp fyri almenninginum klokkan 12 í morgin, tá sløkkiliðsfólk fara at vísa runt. Klokkan 15 verður almenna móttøkan og ein biti at fáa, og umframt Jógvan Arge, fer eisini borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, at siga nøkur orð.
- Klokkan 18 lata dyrnar aftur, verður lagt aftrat.










