Fremmandir gestir í gøtunum í Havn halda óivað, at her búgva blíð fólk. Og óivað er tað eisini rætt.
Men í øllum førum skal ein ikki ganga langt í Havn í hesum døgum, áðrenn ein gongur seg fram á okkurt opið hús.
Tey eru fleiri. Men hvørt hetta er talan og fráboðan um gestablídni, sigur søgan einki um.
Hinvegin, so kann staðfestast, at tíðirnar broytast og tað gera gamlar havnarmyndir eisini. Fyri 10 árum varð Lotið in-staðið, tá um dans ráddi. Árenn tað var tað smiðja. Í dag er har eitt gapandi hol, ið tosað verður aftur og fram um.
Á Áarvegnum fara broytingar fram og eisini har gapar í hesum døgum. Talan er eisini um at gera annað hol, nevniliga í vegin, so Havnará kemur til sín rætt aftur.
Og húsini hjá Gulu Skótunum uppi við viðarlundina eru lyft upp, so har gapar í løtuni eisini undir teimum.
Hol. Í Føroyum eru vit framvegis í fer við enn fleri berghol. Onkur segði, at eitt hol er einki. So kunnu vit, keglast, hvørt tað er rætt, ella ikki.