Opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya

Í dag klokkan 16 letur Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík dyrnar upp og býður øllum at verða vælkomin til framsýning og kafé í sambandi við at skeiðið nú er um at vera liðugt

Klaksvík:
21 næmingar á Húsarhaldsskúla Føroya fáa fríggjadagin prógv handað. Tá er hetta sjey mánaðar skeiðið liðugt.
? Tað verður ordiliga syrgiligt at fara heim, helt ein av næmingunum fyri, tá Sosialurin var á gátt.
Allar genturnar eru á einum máli um, at tað hevur verið einastandandi stuttligt og læruríkt at ganga á skúlanum. Og tær hava fingið nógv burturúr. Tað sást best á øllum tí, sum tær vóru í ferð við at stilla upp. Umframt matgerð og húsarhaldsarbeiði av ymsum slag, so hava tær eisini fingið undirvísing í flestu handarbeiðslærugreinunum. Sum dømi kunnu nevnast: binding, hekling, seyming, tilskering, leður og skinn, silkimáling, brodering føroysk bond og tøving.
Á framsýningini verður eisini høvi hjá teimum vitjandi at fáa ein kaffi ella temunn við køkum, sum genturnar sjálvandi hava bakað, afturvið.
Framsýningin verður opin frá klokkan 16 til 21, og Húsarhaldsskúlin vónar, at mong fara at leggja leiðina framvið.