Hóast tvey flogfeløg kappast um ferðafólkini á sonevndu Føroyarutuni millum Danmark og Føroyar, so er prísir teirra púra eins. Leingi hava bæði flogfeløgini havt hug at burturforklára hesa støðu við at allir prísir skulu góðkennast av danska ferðslumálaráðnum, og at hetta hevur avmarkað príspolitikkin.
Men hendan undanførslan heldur ikki longur, tí á danska ferðslumálaráðnum siga tey seg nú hava sagt ja og amen til øll ynski um príslækkingar, sum nakrantíð eru komin frá flogfeløgunum á Føroyarutuni.
- Eg kann ikki minnast at vit nakrantíð í nýggjari tíð hava noktað einum ynski um prísbroytingar frá flogfeløgunum á Føroyarutuni. Í fýrsunum kom tað fyri, at vit noktaðu ætlaðum príshækkingum, men ikki príslækkingum, sigur Thorkild Saxe, fulltrúi á loftferðsludeildini hjá danska ferðslumálaráðnum ígjøgnum nógv ár.
Liberal linja
Danski staturin hevur einkarrætt at reka loftferðslu millum Danmark og Føroyar, men kann veita rakstrarloyvir at flúgva á rutuni til flogfeløg. Ein av treytunum fyri hesum rakstrarloyvum er, at allir prísir skulu góðkennast av danska ferðslumálaráðnum.
Ferðslumálaráðið sendir allar umsóknir til hoyringar hjá Landsstýrinum, men bindur seg ikki til at taka svarið til eftirtektar. Tað valdi ferðslumálaráðið til dømis ikki at gera, tá Landsstýrið fyri nøkrum árum síðan mælti frá at loyva Maersk Air at selja ferðaseðlar fyri serliga lágar tilboðsprísir í hásesongini. Danska ferðslumálaráðið góðkendi ætlaðu príslækkingina, og tað elvdi til ónøgd nógvastaðni, millum annað á Fólkatingi, har annað av føroysku umboðunum, Óli Breckman, legði harðliga eftir táverandi ferðslumálaráðharranum, Jacob Buksti.
Men danska ferðslumálaráðið stóð fast við liberalu linjuna í prísásetingini, og hon er, um nakað, vorðin enn meira liberal síðan.
- Vit hava ongan áhuga í at avmarka kappingina hjá feløgunum ella á nakran hátt forða teimum í at koma við góðum tilboðum. Vit viðgera prísásetingar á Føroyarutuni ógvuliga liberalt og sum útgangsstøði eru vit glað fyri prískapping, sigur Thorkild Saxe, fulltrúi.
Eingin minstiprísur
Hvussu ógvusligar príslækkingar ferðslumálaráðið er til reiðar at góðtaka, dugir Thorkild Saxe ikki at siga neyvt, tí tað veldst um hvussu prísirnir eru samanskrúvaðir. Men sambært fulltrúanum hevur ferðslumálaráðið einki ímóti at eitt ella bæði feløg fara heilt langt niður í prísi.
- Eg vil ikki svara uppá, hvat vit høvdu sagt, um ferðaseðlarnir knappliga vórðu seldir fyri eina krónu, men grundleggjandi hava vit einki ímóti stórum príslækkingum. Tað má gjarna vera bíligt at flúgva millum Føroyar og Danmark, og tað má gjarna vera hørð kapping millum flogfeløgini. Tað meta vit eisini at føroyska Landsstýrið eftirhondini heldur.
Verjir ikki tann veikara
Bæði Atlantic Airways, og eigari tess, Føroya Landsstýri, hava ofta ført fram, at kappingarneytin á Føroyarutuni er so sterkur peningaliga, at hann uttan trupulleikar kann køva føroyska felagið í einum prískríggi, fær hann høvi til tað. Men hetta høvi hevur Maersk Air eftir øllum at døma longu, tí danska ferðslumálaráðið tekur ikki fyrilit fyri hvat av flogfeløgunum á Føroyarutuni er sterkari enn hitt.
- Tað er ikki á tann hátt vit meta um umsóknirnar frá flogfeløgunum. Vit hava einki grundarlag fyri at meta um hvat flogfelag er peningasterkari enn hitt, tí vit hava einki innlit í hvat hvørt flogfelag forvinnur á Føroyarutuni. Tað er sjálvir prísirnir og treytirnar fyri teimum, sum vit hyggja eftir, tá vit meta um umsóknirnar, ikki hvør hevur flest pengar ella størstan marknaðarpart, sigur Thorkild Saxe.
Soleiðis er kapping
Men hóast danska ferðslumálaráðið soleiðis er til reiðar at góðkenna nærum allar príslækkingar, bara tær verða framdar undir rímiligum treytum, so er tað ein sannroynd, at prísirnir á ferðaseðlunum millum Danmark og Føroyar eru teir somu, uttan mun til hvørjum felag tú flýgur við.
Í Sosialinum herfyri segði kunningarleiðarin hjá Maersk Air, Per Brinch, at tað var í øllum førum ikki Maersk Air, sum setti sínar prísir eftir prísunum hjá Atlantic Airways.
Sambært stjóranum fyri Atlantic Airways, er orsøkin til meinlíku prísirnar júst tann, at kapping er millum flogfeløgini.
- Sakin er tann, at um Maersk Air fremur eina príslækking, so noyðast vit at matcha teirra prís, annars missa vit kundar. Og um vit lækka prísin, so noyðist Maersk Air at lækka prísin tilsvarandi, annars missa teir kundar. Tí eru prísirnir eins. Soleiðis er kapping. Tað er ein romantisering av kappingini at halda, at hon førir til at tveir veitarar kunnu selja somu vøru til ymiskar prísir, sigur Magni Arge, sum er troyttur av at hoyra talan um prísavtalur millum flogfeløgini bæði.
Føroyarutan bílig
Atlantic Airways stjórin heldur fast við, at prísurin fyri ein fult fleksiblan ferðaseðil á Føroyarutuni er bíligur samanborið við aðrar líknandi rutur í okkara parti av heiminum. Orsøkin er, sambært Magna Arge, áhaldandi kappingin millum Atlantic Airways og Maersk.
- Tað er neyðugt at síggja kappingina í einum longri høpi heldur enn bara her og nú. Tað er prískapping á Føroyarutuni, og hon hevur verið orsøkin til at prísurin á fult fleksiblu ferðaseðlunum ikki er hækkaður í nærtil sama mun á Føroyarutuni sum á øðrum líknandi rutum seinastu tíggju árini, sigur Magni Arge.
Tað er púra vanligt í restini av Europa, at kappingin millum flogfeløgini ikki beinleiðis sæst aftur á teimum dýru fleksiblu ferðaseðlunum. Men hinvegin ber til at flúgva Europa á tamb fyri lítið og lætt við at gera sær dælt av serligum tilboðum, ið hava til endamáls at fylla tómu setrini í hálvtómum flogførum. Líknandi tilboð eru ikki at finna á Føroyarutuni, hóast nógv flogfør fara hálvtóm avstað í lágsesong.
Sambært Magna Arge, stjóra fyri Atlantic Airways, ber ikki til at selja tómu setrini fyri ein lítlan penga, nettup tí at prísurin fyri fult fleksiblar ferðaseðlar er so lágur frammanundan.