Opið bræv til Vinnuhúsið um stuðul til vinnuna

Seinastu tíðina hava vit ferð eftir ferð hoyrt, at Vinnuhúsið í almennu fjølmiðlunum hevur sagt, at eingin almennur stuðul longur eigur at verða latin vinnuni.

Føroya Javnaðarflokkur hevði í hesum sambandi fegin vilja havt tykkara svar upp á, hvat tað er fyri studningar, sum skulu strikast.


5.34.4.01Inntøkutrygd fiskimanna45.000.000 kr

5.34.4.04Sjúkratrygd6.000.000 kr

5.34.4.13Varðveiting av fjølbroyttum flota3.000.000 kr

5.34.4.16Fiskivinnumenning á landi12.000.000 kr

5.34.4.22Flutningsstuðul3.000.000 kr

5.34.4.31Rentustuðul til fiskifør1.000.000 kr

5.34.4.34Nýggj lóggáva40.000.000 kr

5.34.4.37Telefonstuðul til langfarafiskimenn3.000.000 kr

6.33.2.01Almennar royndir og ráðgeving2.250.000 kr

6.33.2.10Landbúnaðarstuðul14.150.000 kr

6.37.2.01Stuðul til ídnaðarfremjandi endamál5.000.000 kr

6.37.2.04Endurgjald til skipasmíð5.000.000 kr

6.37.2.13Kappingartillagandi tiltøk3.000.000 kr

6.37.2.16Kolagrevstur430.000 kr

Samanlagdur stuðul til vinnuna142.830.000 kr



Á framlagda fíggjarlógaruppskotinum eru hesir studningar, sum verða latnir vinnuni á greinunum 5 og 6, sum eru fiskivinna og vinnumál. Vinarliga set ein kross við teir stuðlar, sum tit halda ikki eiga at verða játtaðir.

Tá málið í síni heild og tykkara støðutakan til almennan stuðul hevur fólksins áhuga, hava vit sent avrit av hesum brævi til fjølmiðlarnar, og rokna vit við, at tit einki hava ímóti, at tykkara svar somueliðis verður sent teimum.


Við vón um skjótt svar

Jóannes Eidesgaard