Halló allir býráðslimir.
Nú stundar til kommunuval. Hóast at tað allarhelst kemur óvart á tykkum, so ivast vit onga løtu í, at tit eru glað um hesi boðini tit nú fáa frá okkum: ? SURPRISE ! Vit í Foreldrafelagnum ætla fram til valið hvørja viku alment at eftirmeta avrik tykkara á barnaansingarøkinum. Og hví fara vit at gera tað? Jú - tí at hesuferð skal barnaansingin ikki bara verða valagn !!?
Hatta vóru tey góðu tíðindini. Tey ringu tíðindini eru ? og lat tað verða sagt beinanvegin - tað sær ikki for gott út hjá tykkum.
Hvørja viku fram til valið skulu vit ymsar síður av barnaansingartrupulleikanum, og í dag skulu vit hyggja nærri at bíðilistunum.
Afturlítandi ber til at siga, at aftaná eitt áhaldandi trýst frá foreldrum og Foreldrafelagnum, ásannaðu tit til endans, at ikki komst uttanum at fáa nakrar almennar og objektivar reglur fyri hvussu børn skuldu sleppa av bíðilistanum og inn á stovnarnar. Tit kundu ikki í longdini liva við eini rúgvu av frustreraðum og illum borgarum, sum øll fortaldu og hoyrdu søgur um hvussu ein skuldi gera yvirfyri býráðnum fyri at fáa sítt barn inn á stovn. Tað var nokk meiri av møði enn føði, at tit komu til ta ásannina.
Ásettar vórðu meginreglur um bíðilistan, upptøkutreytir og hvussu býráðið skuldi kunnað foreldrini um hetta. Vónir vóru fyri, at nú fór at ganga betri við hesi tænastu mótvegis borgarunum ? men gakk ? har hendi einki. Grundgeving býráðsins var tann, at reglurnar ikki kundu takast í brúk fyrr enn eitt serligt telduforrit varð útvegað. Býráðið trúði vónandi ikki uppá eina tekniska loysn á barnaansingartrupulleikanum?
Bíðað varð í einum blandingi av tolni og spenningi, og dagurin upprann eisini, tá ið telduforritið varð tikið í nýtslu. Tað var beint undan summarfrítíðini í ár, og tað merkti, at tá ið børnini hesaferð (summarið 2000) skuldu takast inn á stovn, so var tað við hjálp av m.a. hesum telduforriti.
Men vit foreldur og borgarar í Havn sóu ongan mun á mannagongdini, tí at hugburður býráðsins til barnaansingartrupulleikan var einki broyttur ? gomul vøra í nýggjum pakkitilfari. Tí hvat varð gjørt á hesum sinni? Akkurát tað sama sum undanfarin ár.
Í ?nattens mulm og mørke? vóru brøv send út til tey foreldur, sum høvdu fingið børn síni inn á stovn. Hini ? t.v.s. øll tey, ið einki bræv fingu ? løgdu annaðhvørt postmannin undir at hava forkomið brævinum frá býráðnum (býráðið hevði jú lovað at hesuferð var heilt víst, at barnið slapp inn) ? ella roknaðu tey út (einki bræv = einki pláss) at ei heldur hesaferð varð nakað pláss til Lítla palleba ella Lítlu marsonnu.
Og hvat gjørdu vit foreldur so? Jú annaðhvørt ringdu ella fóru omaná býráðið fyri at fáa uppklárað hvat var hent. Men har var eingin at hitta vegna summarferiu. Ei heldur á hesum sinni hevði býráðið dirvi at møta sínum borgarum, tá ið mest brúk var fyri tí.
Hvat var í vegin hjá býráðnum fyri at kunna borgarar sínar, soleiðs at sleppast kundi undan óvissuni og harvið eisini illum og frustreraðum borgarum? Tær nýggju reglurnar ásettu at tað skuldi gerast. Tað kundi verið lýst í bløðum, útvarpi, heimasíðuni hjá Býráðnum og einhvør ? óansæð um børnini sluppu inn ella ei ? átti at fingið eitt bræv við eini persónligari kunning um júst teirra støðu. Á tann hátt hevði býráðið sloppið undan at altíð at skulla hopa aftur eftir hali undan sínum borgarum.
Neyðarbrævið, sum býráðið hóast alt aftaná sendi til øll, ið eru uppskrivaði á bíðilista, um at børnini sleppa inn á stovn í august 2001 ella 2002, er ein rein undanførðsla. Tí útsøgnirnar í brøvunum, eru ikki knýttar at veruleikanum, men er heldur eitt úrslit av telduforritinum og umboða ynskitankar.
Tað er ikki nokk hjá býráðnum at staðfesta, aftaná at hava vitja eina oljuráðstevnu í Stavanger, at ein komandi oljuvinna fer at seta krøv til kommunur um eitt nú eina góða barnaansing, og síðani koma heim og vóna at trupulleikin loysir seg av sær sjálvum.
Kanska er orsøkin tann einfalda, at býráðnum væntar førleika og dirvi til at loysa trupulleikan umframt ein politikk á økinum ? ein politikk, ið verður gjøgnumførdur í verki.
Men fallið ikki í fátt góðu býráðslimir! Vit í Foreldrafelagnum skulu nokk áhaldandi minna tykkum á uppgávuna, sum er sera einføld: ?Loysið ansingartrupulleikan eina ferð med alla?.
Hetta var tað vit høvdu at frambera í hesum umfari - ?We?ll meet again?
Høgni í Stórustovu
Vinarliga Foreldrafelagið
P.s. Í næstu viku ætla vit at fara at hyggja nærri at avgerð tykkara um discount-barnaansingina, sum tit á ótrúligan hátt hava rótað tykkum út í. Uha ? tað sær heldur ikki for gott út við tí.