Opið bræv til Royn

Eftir dystin leygardagin um beinleiðis uppflyting úr 3. deild millum Royn og UndriðFF, hevur samskiparin í Royn, sum samstundis er skribentur á heimasíðuni www.sudurras1.com (Suðuroyarportalurin) lagt eftir dómaranum í dystinum, Lars Müller, og í hesum hevur hann eisini beinleiðis ella óbeinleiðis siterað Undrið FF leikarar í greinini.

Umstøðurnar til dystin gjørdu, at møguleiki ikki var hjá setta dómaranum Nemus N. Djurhuus at koma til Suðuroyar at døma. Tískil varð støða tikin, at Lars Müller skuldi døma, og bæði liðini (eisini Undrið FF) góðtóku, at ein royndur, skrásettur dómari skuldi døma. Avtalan ímillum feløgini og FSF var, at FSF ásetir dómara, meðan feløgini finna hjálpardómarar (linjuverjar).
Leggjast kann afturat, at Undrið FF skeyt upp, at dysturin varð fluttur til Vágs at verða leiktur seinni um kvøldið, serliga tá hugsað verður um ljósviðurskifti rundanum vøllin. Hetta skuldi geva dómaranum, Undrið FF leikarum og Royn leikarum, sum sótu umborð á skipinum í Tórshavn, møguleika at koma suður. Royn vildi ikki ganga hesum ynski á møti.
Hugsa vit um umstøðurnar at døma dystin, so skal viðmerkjast, at Royn tvær vikur frammanundan varð kært til FSF, tí dómarin til seinnu kvartfinaluna móti EB/Streym ikki var nøktandi. Tískil var greitt frammanundan, at stórt trýst varð lagt á dómaran til hendan dystin, sum í hesum føri snýr seg um uppflyting fyri bæði liðini. Tískil vóru vit úr Undrinum sera glaðir fyri, at ein so royndur dómari sum Lars Müller dømdi dystin, og eru vit aftan á dystin samdir um, at hann dømdi væl og læt seg ikki ávirka av umstøðunum.
Tað eru fleiri støður, sum Royn samskiparin Rúni Thomsen vísir til í sínari dystarfrásøgn, har dómarin skal hava dømt skeivt. Men tað finnast svar upp á allar hesar støðurnar innan fyri lógarrammurnar fyri fótbólt. Onkrar støður eru beinleiðis ósannar og onkrar støður, var tað tíbetur ein nóg sterkur dómari, sum torir at døma tað, ið hann sær, heldur enn tað, ið hjálpardómarin roynir at markera.
UndriðFF leikarar skiltu allar støðurnar, har dómarin dømdi, og tí er tað óskiljandi og ósatt, har Rúni Thomsen endurgevur ávísar Undrið FF leikarar fyri nakað annað í sínari dystarfrásøgn. Rúni Thomsen hevur ikki tosað við nakran Undrið FF leikara ella umboð fyri Undrið FF aftan á dystin. Tískil tekur Undrið FF frástøðu frá hesari útmelding.
Tá Royn eftir dystin ímóti EB/Streymi varð kært til FSF orsakað av dómaraavgerðum, siga leikarar og venjari hjá Royn, at tað er ikki rætt at leggja eftur dómarum eftir dystin. Undrið FF eru samdir við Royn í hesum, at ein ikki beinleiðis skal leggja eftir dómara eftir dyst. Eitt er at gerast illur í ‘kampens hede’ inn á dómara, sum dømir vánaligt, men tá dómari ikki dømir nakað skeivt, og eingin av teimum leikarum, sum vit tosaðu við eftir dystin (bæði UndriðFF leikarar og Royn leikarar), geva úttrykk fyri, at dómaraavgerðirnar skuldu haft nakra ávirkan á endaliga úrslitið, tá tænir tað bert einum endamáli: at skaða ein ávísan persón (dómaran) og føroyskan fótbólt.
Tískil vil nevndin vegna leikararnar hjá UndriðFF taka sterka frástøðu frá øllum tí, sum samskiparin í Royn, Rúni Thomsen førir fram. Hetta tænir ongum endamáli og ger meiri skaða enn gagnar dómarum, sum annars er ein stór mangulvøra í Føroyum. Serliga eftir at hesin hevur dømt ein góðan og feilfrían dyst.
Undrið FF ynskir samstundis at takka umboðunum hjá Royn, sum á fyrimyndarligan hátt hjálptu okkara leikara Ara av Rana, tá hann var so óheppin og fór at bløða illa úr høvdinum. Takk fyri!