Vanligt hevur verið, at allir lønmóttakarar í landinum fáa lænarhækkan annað ella triðjahvør ár.
Við hesum fylgir, at prísir og aðrar útreiðslur hjá brúkaranum so við og við hækka. Tey, ið fáa eftirløn úr landskassanum fáa eisini hesa lønarhækkan. Tó fáa fólkapensiónistarnir onki, og kann hetta ikki vera rætt!
1. januar 2000 kom nýggj fólkapensiónslóg. Hetta førdi við sær, at Helena Dam á Neystabø fór út landsstýrinum. Ein av broytingunum, (mistøkunum) varð, at nú fekk ein pensiónistur m.a. kr. 856,- minni í grundupphædd, um hesin var giftur. Eisini viðbøturnar vóru tá minni. T.v.s. at eini hjún, har bert annar fekk fólkapensión, hevði væl minni at liva fyri, enn hin staki pensiónisturin hevði.
Landsstýrismaðurin átti at fingið rætta orðingina í lógini hesum viðvíkjandi, til tað hon var áðrenn 1. januar 2000.
Inntøkumarkið hjá fólkapensiónistunum átti at verið strikað. Øll onnur eftirlønt kunnu arbeiða so mikið teim lystir uttan at verða trekt.
Nú koma so tær almennu lønarsamráðingarnar fyri. Væntandi hækka lønirnar 8-9% hesaferð. (Nakað tað sama sum seinast).
Tí áttu pensiónirnar automatiskt at hækka tað sama, og allarhelst 2 ferður tey 9%.
So Páll á Reynatúgvu, Løgtingið og Føroya Pensiónistafelag - hvat við at fara í sving fyri fólkapensiónistarnar!
Eisini biði eg allar pensiónistar taka til orðanna hesum viðvíkjandi. Sum nú er, tódnar pensiónin meir og meir í mun til hin hækkandi livikostnaðin.