Opið bræv til landstýrismannin í vinnumálum og leiðsluna fyri báðar undirsjóartunnlarnar

John William Joensen
formaður í Norðoya Sambandsfelag

Norðoya Sambandsfelag mótmælir ætlaða príspolitikkinum í Norðoyatunnlinum
Í samband við at stjórin í Norðoytunnlinum í fjølmiðlunum boðar frá at tað verður dýrari at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin enn tað í løtuni kostar at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, skulu vit gera vart við at hetta kunnu vit als ikki góðtaka.
Grundgevingarnar hjá leiðsluni um at Norðoyatunnilin er longir og nýggjari og at tað tí skal vera dýrari kunnu als ikki góðtakast.
Ferðslan í norðoytunnlinum verður helst minst tað dupulta av ferðsluni í vágatunnlinum og hinvegin kann roknast við at munandi meiri av tungar ferðslu sum hevur tilknýti til vinnu á landi og sjónum verður í Norðoyatunlinum og tí verða inntøkurnar frá norð-oyatunnlinum helst størri enn tær í vágatunnlinum.
Norðoya Sambandsfelag hevur áður boða frá at felagið metur tað vera óheppið at nevndirnar fyri PF. Vága tunnilin og PF Norðoya tunnilin ikki eru mannaðar við nevndarlimum úr vágunum og Norðoyggjum, og er eingin ivi um at hetta eisini verður avspeglað í fráboðaða príspolitikkinum.

Áheitan á Landsstýrismannin
Vit fara tí enn einaferð at heita á landsstýrismannin í vinnumálum um at gera lokalu umboðanina í nevndunum fyri undirsjóartunnlarnar sterkari, tí arbeiði í hesum báðum nevndunum hevur avgerandi týdning fyri menningina av ávíkavist Norðoyggjum og Vágoynni.