Opið bræv til landsmyndugleikarnar: Ritan má umvælast og í sigling aftur beinanvegin

Sum avvarandi kommuna kunnu vit als ikki liva við, at landsmyndugleikarnir ikki beinanvegin umvæla Rituna og seta hana aftur í sigling, tí drál við hesum kann elva til óbótaligan miss fyri hesar útoyggjar.

Týdningin av reglusemi í ferðasambandinum millum oyggjarnar kenna tey best, ið sjálvi búgva á plássum, har fólkið dagliga má brúka hesar farleiðir fyri at kunna útinna sítt virksemi.
Ikki minst eru útoyggjarnar sárbærar á hesum øki, tí hesar eru frammanundan sera illa fyri av sentraliseringsgongdini annars í samfelagnum.
Tí er tað ómetaliga umráðandi, at tey skip, ið røkja farleiðirnar millum oyggjarnar, beinanvegin verða umvæld og sett aftur í sigling, tá ið skaðar ella brek verða staðfest við teimum.

Ritan var eitt stórt framstig
Eingin ivi er um, at tað var eitt stór og gleðiligt framstig fyri Fugloynna og fyri Svínoynna, sum er partur av Klaksvíkar Kommunu, tá ið strandfaraskipið Ritan fyri hálvum ári síðan varð sett í sigling á Fugloyar- og Svínoyarleiðini.
Ikki minst varð mett tá, at hetta framstigið fór at geva nýggjar møguleikar fyri virksemi av ymiskum slag og harvið eisini arbeiðsplássum í hesum báðum oyggjum, sum eru fyrsta fortreytin fyri lívi og framburði.
Tað hevur eisini longu víst seg hesa stuttu tíð, síðan Ritan kom í hesa sigling, at virkin vinnulívsfólk hava sett á stovn eina smoltstøð í Svínoy, sum gevur fleiri arbeiðspláss til oynna.
Óneyðugt er at siga, at henda júst stovnaða smoltstøð hevur ein ómetaligan týdning fyri Svínoy.

Arbeiðspláss í stórum vanda
Stigtakararnir til smoltstøðina vístu beinleiðis á, at Ritan hevði avgerandi týdning fyri avgerðina at lata smoltstøðina upp í Svínoy, og nú Ritan so brádliga verður tikin úr hesi sigling aftur vegna ein leka, er boðskapurin aftur líka greiður, at skal Ritan liggja í vikur og mánaðar, áðrenn hon verður umvæld, so umhugsa teir at flyta støðina inn á fastlandið!
Hetta er ein sera álvarsom støða fyri Svínoy, sum undir ongum umstøðum hevur ráð til at missa hesi arbeiðspláss, og tí mugu landsmyndugleikarnir í stundini taka tey neyðugu stigini, so Strandferðslan fær heimild og møguleikar at umvæla Rituna her og nú.
Hetta er eitt álvarsmál fyri yvirlivingarmøguleikarnar og trivnaðin á hesum útoyggjum.
Tí vil eg heita staðiliga á avvarðandi landsstýrismann, Jóhan Dahl – sum eisini tók stig til at fáa Rituna í sigling á hesi farleið – um at taka hetta málið í størsta álvara og beinanvegin útvega Strandferðsluni tær neyðugu heimildirnar, so Ritan verður umvæld og kemur aftur í sigling beinanvegin.