Opið bræv til løgmann

Kann løgmaður góðtaka, at tað er gerandiskostur, at Stýrisskipanarlógin verður brotin ?

Í fimmaranum har evnið var, at Signar á Brúnni hevði lagt frá sær, vóru tygum í útvarpstovuni saman við Hergeiri Nielsen, ið er formaður í løgtingsgrannskoðanarnevndini. Har segði Hergeir Nielsen, at tað var gerandiskostur, at Stýrisskipanarlógin varð brotin. Tygum høvdu hvørki svar ella rættleiðing til úttalilsið hjá Hergeiri Nielsen. Hetta er ein álvarsom skuldseting, sum í grannlondum okkara hevði verið kannað alt fyri eitt.

Í Krosskasti dagin eftir, har evnið var verkbannið í Fólkaskúlanum, segði tingmaður Fólkafloksins Jógvan á Lakjuni, at tað var ikki neyðugt hjá lærarum at fylgja nýggju Fólkaskúlalógini út í æsir. Hetta tilmæli frá tingmanni er ógvuliga álvarsamt, og politikkarar í okkara grannalondum høvdu víst slíkum úttalilsi frá sær, men enn hevur eingin tikið málið upp her heima.

Í Føroyum er 9 ára undirvísingarskylda. Hóast hetta, so hava fleiri børn nú ikki fingið undirvísing í skjótt 4 vikur. Landsstýrismaðurin í skúlamálum góðtekur, at føroyskir skúlanæmingar ikki verða undirvístir. Í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, hevði støðan verið ógvuliga tyngjandi fyri ein skúlamálaráðharra, og eydnaðist honum ikki at loyst málið, so hevði tað helst fingið fylgjur fyri ministaran.

Spurningar mínir til tygara, harra løgmaður, eru

1.Kann løgmaður góðtaka, at tað er gerandiskostur, at Stýrisskipanarlógin verður brotin ?

2.Kann løgmaður góðtaka, at tingmaður Fólkafloksins mælir lærarum frá at fylgja landsins lógum ?

3.Kann løgmaður góðtaka, at landsstýrismaðurin í skúlamálum sær millum fingrarnar við, at lógin um undirvísingarskyldu verður brotin?


Við hávirðing

Eyðólv Dimon