Opið bræv til kirkjuráðini

Ólavur Petersen

 

Tit hava í hesum døgum fingið tilfar úr Mentamálaráðnum um val av bispi.

Hetta valið fellur saman við yvirtøku av kirkjuni, sum Føroya løgting hevur viðtikið skal fara fram á Ólavsøku.

Kirkjan kemur á føroyskar hendur í eini tíð sum er merkt av nógvum ivaspurningum.

Ungur maður sum fer at lesa theologi sigur við Trúboðan 12. juli: "Heimurin flytir seg, verður meira liberalur, og kirkjan fylgir við, tí kann tað eisini vera, at kirkjan hevur flutt seg ov nógv, so eg tá ikki vil verða partur av kirkjuni".

Samstundis sum tað unga fólkið verður meira leitandi og religiøst í londunum rundan um okkum, so eru tað yngri sum eldri sum venda fólkakirkjuni bakið. Í miðbýnum í Keypmannahavn verða nú 10 kirkjur niðurlagdar.

Men har sum prestur hevur ein greiðan bíbilskan boðskap, koma fólk langvegis frá í kirkju.

Fyrsta bispasetan í yvirtiknu kirkjuni verður avgerandi fyri lív og lagnu fólkakirkjunnar.

Bispaembætið er Guðs sendiboð, sum er kallað av kirkjuliðunum at boða evangeliið um Jesus Kristus.

Myndugleikin hjá bispi er í andans ríki og er púra óheftur av myndugleikanum í hesum heimi.

Hann skal forvalta orðið í anda og sannleika, tí uttan sannleikans anda er orðið bert bókstavur.

Bispur forvaltar dópsins- og altarsins sakramenti.

Bispaembætið gevur collats til prestar, og hevur fullan myndugleika at taka collats frá prestum sum ikki røkja uppgávuna eftir tí sum er fyriskrivað Bispi.

Kirkjuliðið, prestar og kirkjuráðslimir, hava umsjón við bispi, og kunnu heita á setanarmyndugleikan um at loysa hann úr starvi eftir nágreiniliga fyriskrivaðum reglum, sum hava sítt støði í Bispaembætinum sum umrøtt omanfyri.

Bispur er saman við Mentamálaráðnum (les: Kirkjumálaráðnum) ovasti umsitingarligi myndugleiki fólkakirkjunnar.

 

Kæru Kirkjuráðslimir!

Í kanska øllum kirkjum í landinum er lestrarbók, har ivi er sáddur um inkarnatiónina av Gudi til at vera menniskjasonurin Jesus Kristus. Við hesum er ljómurin av himli á Mariu boðanardegi og jóladegi tileinkisgjørdur. Tá er grundarlagið eisini burtur fyri dópsins- og altarsins sacramentum.

Við doypifunt verður annars í dag sagt um børnini: Tí himmiríki er teirra. Við hesum er evangeliska kirkjan ikki Luthersk longur, men ein baptistakirkja, sum sigur eins og heimurin, at menniskja er syndafrítt í sjálvum sær (les: arvasyndin, sum nú eisini stríðir móti allari mannahugsan, er ikki til). Bíbilska grundarlagið at doypa børn er við hesum burtur. Teksturin er heilt ørðvísi: Tí at fyri slík er himmiríki.

Við innsetan av prestum eru í summum førum bíbliutýðingar brúktar, sum ikki eru autoriseraðar. Týðingarnar eru ótrúgvar móti frumtekstinum, men laga seg til lívsførðsluna í dag.

Vit í hesum heimi siga at alt er relativt. Men kirkjunnar grundarsteinur er ikki relativur. Pilka vit við samanhangin í guðs loyndardómi, sum er handan okkara vit og skil, so eru vit ikki í kirkjuni. Men kirkjan, sum er loyndardómurin hjá øllum teimum sum hava sett sítt álit á upprisna frelsaran Jesus Kristus, kemur at standa um allar ævir.

Skjótt verður bispavígsla í Dómkirkjuni. Er tað sum í hinum norðanlondunum, vera erkabisparnir í hinum norðanlondunum til steðar í glitri og gleim.

Hvør skal so kallast í Bispaembætið?

Bispur í dag skal hava nógvar førleikar og eginleikar:

- Hann skal stíga niður úr bispastólinum og áhaldandi vera áhugaður í hvat rørir seg millum fólk í øllum lívsins viðurskiftum og seta seg aftur í stólin, uttan at ein flís av virðing og sóma er fokin úr embætinum.

- Hann skal fylgja væl við í hvat rørir seg av átrúnaðarligum og eksistensiellum spurningum.

- Hann skal skapa virðing fyri embætinum sum ein ið ikki trillar um fyrsta og lættasta hornið, men vera ágrýtin at lurta og geva sær góða tíð at finna loysnir.

- Hann skal raðfesta sambandið við prestarnar og kirkjuliðið høgt, og taka embætisførðsluni at geva collats til prestar í fullum álvara.

- Bispur skal vera sannur í orði og verki.

- Hann skal vera pædagogur og koma teimum nær sum leita eftir øðrum formum at samlast uppá, men halda fast um at kirkjunar einasta uppgáva er at boða orðið, sum er Jesus Kristus.

Bispur skal vera allra føroyinga bispur.

Komið saman allir kirkjuráðslimir at koma við uppskotum.

Teir báðir sum fáa flestar atkvøður eru kandidatar.

Møtist so nakrar dagar seinri at tosa við kandidatarnar

Tann í prestahópinum sum best lýkur omanfyrinevndu kriteriir, er Heri Joensen.