Opið bræv til Kaj Leo Johannesen, løgmann og Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra

Skulu Edmund Joensen og Sambandsflokkurin avreiða føroysk áhugamál og fólkaræði – og undirgrava okkara altjóða samráðingarstøðu?

Edmund Joensen og Sambandsflokkurin hava kallað til tíðindafundar í morgun, har boðað verður frá, at teir hava fundast við ein ES-kommisér um føroyskan limaskap í ES sum partur av Danmark. Edmund Joensen er næstformaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins fyri samgonguna.

 

Sum formaður í størsta flokki á tingi og limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins fari eg hervið at krevja, at løgmaður og uttanríkisráðharrin beinanvegin – í dag – svara hesum spurningum alment og taka neyðugar avleiðingar.

 

Hava vit tveir løgmenn og tveir uttanríkisráðharrar í Føroyum? Hava vit Kaj Leo Johannesen og Jørgin Niclasen øðrumegin – og so Edmund Joensen og Sambandsflokkin hinumegin?

Hvør hevur givið Edmundi Joensen og Sambandsflokkinum heimild at spæla hazard við framtíðini hjá føroyska fólkinum við at samskifta við ES-kommiserar um føroyskan ES-limaskap og at senda almennar fráboðanir út um hetta til umheimin – og harvið at undirgrava tær ætlanir og avgerðir, sum Uttanríkisráðið og Uttanlandsnevnd Løgtingsins hava lagt sambært demokratiskum mannagongdum?

Hvørji stig fara løgmaður og Uttanríkisráðharrin at taka til tess at steðga hesum og bøta tann skaða og ta undirgraving av arbeiðinum hjá Uttanríkisráðnum og Føroya Løgtingi, sum Edmund Joensen og Sambandsflokkurin longu hava framt við sínum fráboðanum, sum sjálvsagt verða lisnar av øllum teimum, vit skulu samráðast við?

Grundgevingar:

Í sjey mánaðir hava vit stríðst fyri at byggja upp føroyska Uttanríkisráðið. Dugnalig fólk hava leingi starvast bæði heima og á okkara sendistovum við at byggja upp okkara umdømi og førleikar at samráðast við onnur lond og altjóða felagskapir. Nýggj fólk eru sett við, og vit hava gjørt greiðar ætlanir fyri, hvussu vit røkja føroysk áhugamál í altjóða samráðingum.

 

Uttanríkisráðharrin hevur verið á almennum vitjanum og fundum hjá sínum starvsfeløgum í Íslandi, Noregi, Grønlandi, Liechtenstein, Skotlandi og Isle of Man. Vit hava havt fundir við bretskar myndugleikar, ES-myndugleikar og onnur um tey greiðu mál, vit hava sett okkum fyri.

 

EFTA-málið – eitt úrslit av drúgvum arbeiði

Vit fingu í juli mánaða EFTA at seta niður eina serfrøðinganevnd at viðgera møguleikan fyri nýggjum limum, tí Ísland, Noreg og Liechtenstein stuðlaðu hesum eftir okkara rundferðir. Og vit hava nýtt stóra orku at fáa parlamentarisku nevndina hjá EFTA til Føroya – sum avtalað varð longu tíðliga í summar.

 

Semja um at halda fram

Tí vóru undirritaði og Tjóðveldi fegin um, at nýggja samgongan og nýggi uttanríkisráðharrin hesar seinastu vikurnar hava hildið fram við hesum arbeiði og hava profilerað seg dúgliga við tí, sum lá klárt og fyrireikað.

 

Meðan Tjóðveldi umsat uttanríkismál sóu vit tó støðugt, at Sambandsflokkurin og Edmund Joensen úteftir niðurgjørdu arbeiði Uttanríkisráðsins og sendu øvutar boðskapir og tíðindaskriv út. Hetta var ómetaliga skaðiligt fyri føroysk áhugamál, tí hetta verður lisið og endurgivið gjøgnum sendistovur og altjóða stovnar og felagsskapir, sum fylgja neyvt við.

 

Men síðani sambandsflokkurin fekk løgmanssessin, hevur løgmaður stuðlað øllum tí, sum CHE-samgongan hevði sett í gongd í uttanríkismálum. Hetta er ein sera stór styrki, sum kann geva úrslit frameftir – og Uttanlandsnevndin hevur verið samd.

 

Næstformaðurin møtti ikki upp – og undirgrevur nú vilja løgtingsins

Men Edmund Joensen, sum er umboð sambandsfloksins í Uttanlandsnevndini og fólkatingsmaður, møtti ikki á fundi við EFTA-nevndina. Og nú heldur hann fram at undirgrava tað, sum er vunnið og kann vinnast.

 

Tá ið Edmund Joensen og Sambandsflokkurin nú kalla til tíðindafundar og senda almenn skriv út um samráðingar við ES-kommiser um at lima Føroyar inn í ES gjøgnum Danmark, so er talan um at seta alt Løgtingið og Uttanríkisráðið til viks, sum hava ábyrgd av at umboða føroysku tjóðina úteftir.

 

Ongin lond ella altjóða felagsskapir kunnu taka Føroyar í álvara, tá slíkt fer fram, og hetta niðurbrýtur møguleikarnar hjá føroyingum at vinna okkum avtalur, ið mynda eina nýggja framtíð hjá okkara landi.

 

Hetta er ein beinleiðis avreiðing av føroyskum rættindum og fólkaræði.

 

Og tí má hetta sjálvsagt fáa avleiðingar beinanvegin.