Opið bræv til Janus Rein, tingmann

Vit harmast um, at tú er farin úr Framsókn. Vit viðurkenna, at tú formliga ert fólkavaldur løgtingslimur og tí í prinsippinum kanst gera tað, tær lystir, við løgtingssessin.

Vit fara kortini at loyva okkum at minna teg á, at tað einans eydnaðist at byggja Framsókn upp – og enntá at vinna ikki færri enn tveir tingsessir á løgtingsvalinum – tí at nógvar góðar liberalar tjóðskapar kreftir tóku seg saman um eina neyðuga og tiltrongda søk.

Undirritaðu eru stovnarar, nevndarlimir, hini valevni floksins til løgting og býráð umframt fólk, sum hava lagt bæði stóra arbeiðsorku og hjartað í Framsókn. Vit, sum hava valt at stríðast fyri liberalu hugmyndini, eiga at fáa ein møguleika at fremja okkara politisku ætlanir umvegis flokkin, og vit heita tí á teg um at geva hesum nýggja liberala tjóðskaparliga átakinum ein møguleika.

Nú tú hevur valt at taka annan tingsessin frá flokkinum og gera hann til tín egna, veitst tú, at einki samsvar er millum tað, tú tekur úr flokkinum, og tann lutin, sum tú hevur lagt í stríðið fyri at byggja flokkin upp ella tær persónligu atkvøðurnar, tú fekst á løgtingsvalinum.

Vit heita á teg um at geva okkum arbeiðsfrið og at geva Framsókn aftur tingsessin og teir nevndarsessirnar, sum flokkurin skal brúka fyri at kunna arbeiða.

-----

Eyðna L. Hansen
Ruth Vang
Ólavur í Búrstovu
Eli Christiansen
Sámal Petur í Grund
Ólavur Olsen
Finn Jensen
Sunneva Háberg Eysturstein
Kristina Ejdesgaard
Hanna Jensen
Dorit Hansen
Ríkin N. Djurhuus
Hans Norðfoss
Birita á Løgmansbø Bláhamar
Rúni Sundberg Patursson
Harriet Davidsen
Tróndur Djurhuus
Súsanna Køtlum
Óluvá Waagstein
Karlot Hergeirson
Poul Clementsen
Hjørdis Viberg
Poul Michelsen
Øssur Christiansen
Sissal Kjartansdóttir Kristiansen