Opið bræv til Helenu Dam á Neystabø mentamálaráðharra

Nær fer Mentamálaráðið at steðga sjónvarpssendingini »Tær sjey deyðssyndirnar«?

Góða Helena.
Nær fer mentamálaráðið at steðga sjónvarpinum í at senda slíkt, sum var sent í gjárkvøldið 11. august. Hetta er jú niðan fyri alt lámark av sendingum, ein slík fúl sending og so tær Heilagu skriftirnar spottaðar á grovasta hátt. Sendingin kallaðist »Tær sjey deyðssyndirnar« tað er ein røð, so tað kemur meir av sama slag.
Eg var á aðalfundi hjá Kristiliga Lurtara og Síggjarafelagnum í ár, og har vóru umboð fyri Kringvarpið boðin við. Tað kom eisini fram á tí fundinum, um ikki at senda ósømiligar sendingar, tey vóru fitt at snakka við og positiv, hóast ein føldi, at tað er ein viss gjógv í millum hvat summi halda vera sømiligt og ósømiligt og ein sjálvur. Men hetta í gjárkvøldið var so groft, at handan sendingin eigur at verða steðgað beinanveg. Okkara almenna Kringvarp eigur ikki at verða brúkt til slíkt.
Vit liva í einum landi, hvar vit hava talufrælsi, men tað almenna sjónvarpið eigur ikki at verða brúkt til hvat sum helst, sum nú onkur, sum kanska arbeiðir har finnur uppá at senda. Tey hava ongan rætt til at hóreiggja sær, sum teimum lystir við okkara sjónvarpi, sum vit øll gjalda fyri og tí eiga.
Og Kringvarpsstjórin, sum letur slíkt sleppa ígjøgnum eigur at skifta hugburð við tað sama og stoppa slíkum. Eg vóni, at hann er uppgávu sína vaksin, og steðgar sendingini.
Fuglafirði 12. august 2010.