Opið bræv til FSF

Spurningar
1)
Hvussu ber tað til at allar kærur ið MB hevur sent inn vera ikki gingnar á møti. Hetta sjálvt um reglur FSF?s greitt siga hvussu farast skal fram hjá kappingarnevndini hjá FSF. Men verður hetta bert sett til síðis.

2.
Hví kemur onki svar aftur frá dómsnevndini hjá FSF, uppá kæruna MB sendi 05.11.2004 og 12.11.2004. Sjálvt um tað greitt gongur fram í grein 8 hjá FSF yvir »Reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum« at »í seinasta lagi tvær vikur aftaná, dómsnevndin hevur móttikið kæruna, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi« (FSF móttók fyrru kæruna 05.11.2004 og seinnu kæruna 12.11.2004. Sostatt skuldi dómsnevndin eisini havt fingið hesar um somu tíð).
Í dag er 28.11.2004 t.v.s. 23 dagar frá dagfesting av fyrru kæruni og 16 dagar av seinnu kæruni sum eru sendar frá MB til dómsnevndina hjá FSF.
Vinarlig heilsan
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansmø (skrivari)
FO-370 Miðvágur

Grein 4
Kæran verður skrivliga at senda saman við kr. 500,- til sersambandið ella deildina innan tvey samdøgur eftir, at avgerðin ella tilburðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi. Um so er, at eingin sjálvstøðug deild er verður kæran at senda til starvsnevnd Í.S.F.
Vinnur kæran sømdir, verða kr. 500,- afturgoldnar.
Sersamband og deild kunnu eisini av egnum ávum taka eina avgerð ella tilburð upp til viðgerðar, og skulu partarnir í málinum tá hava boð um hetta, áðren nøkur avgerð verður tikin.

Grein 8
Tá ið kæra er komin til dómsnevndina, skal hon, áðrenn kæran verður viðgjørd, avgera, um limur ella limir nevndarinnar eru luttøkuførir. Kemur nevndin til tað úrslit, at onkur av limum hennara ikki er luttøkuførur, taka varalimirnir sæti í nevndini, meðan málið verður viðgjørt.
Í sambandi við viðgerðina av kærum kann dómsnevndin biðja um skrivliga frágreiðing frá pørtunum, dómara ella øðrum. Eisini kann dómsnevndin um neyðugt biðja um sakkøna hjálp, t.d. frá metingarmonnum, løgfrøðingum e.ø.
Í seinasta lagi tvær vikur aftaná, at dómsnevndin hevur móttikið kæruna, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.

Til
FSF (Fótbóltssamband Føroya)
Att: Óli Holm og Dómsnevndin
Gundadalur
Box 3028
FO-110 Tórshavn

Miðvágur 28.11.2004
Viðv. aftursvari frá kappingarnevndini hjá FSF uppá kæru send frá MB 05.11.2004, og síðan til dómsnevndina 12.11.2004.

Spurningar
1
MB hevur kært at FS-Vágar hevur nýtt ólógligan leikara alt kappingarárið 2004, og sum áseting FSF?s sigur so gongur kappingarárið ikki út fyrr enn 31.12.2004 (so tað er ikki liðugt enn)

2
Í aftursvari frá FSF 11.11.2004 vísir FSF til Grein 38 stk. 1 (vit sitera: »í samband við Birgir Joensen verður víst til, at hann leikti ikki við í dystinum SÍF-MB 03.11.04. Kappingarnevndin metir ikki, at tað hevur týdning fyri málið, at leikarin hevur leikt við FSV í kappingarárinum 2004, tí í hesum sambandi er kærufreistin, sambært grein 38, stk. 1 í kappingarreglunum fyri fótbólt, úti. Sitat endar«.

3
Í grein 38. stk. 1 stendur soljóðandi »Kærur um brot á hesar reglur skulu sendast Fótbóltssambandi Føroya í seinasta lagi 2 dagar eftir, at brotið er framt. Saman við kæruni skulu sendast kr. 500.00, ið verða afturgoldnar, um kæran vinnur sømdir«. Minnast til at kært var fyri alt kappingarárið 2004, og FSF hevur sent hetta at enda 31.12.2004. (t.v.s. »2 dagar eftir at brotið er framt má so verða 02.01.2005«).

4
Tað, ið nú blívur áhugavert er, at tað stendur undir »Reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum« (dómsnevndin hjá FSF má vælsaktans vera innan ÍSF) í Grein 4 »Kæran verður skrivliga at senda saman við kr. 500,- til sersambandið ella deildina innan tvey samdøgur eftir, at avgerðin ella tilburðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi. Um so er, at ongin sjálvstøðug deild er, verður kæran at senda til starvsnevndi Í.S.F«.
Við hesum 4 punktum vil MB (Miðvágs Bóltfelag) gera vart við tann órætt, ið er farin fram viðvíkjandi málinum millum MB og FSF.
FSF verður her alment biðið um at geva eina frágreiðing til øll Føroya fólk, hvat tað er sum gongur fyri seg innan FSF, og hví reglur og greinar, sum eru samtyktar á aðalfundum hjá hesum, ikki verða fylgdar av nevndum hjá/innan FSF og um hetta ikki eigur at fáa avleiðingar fyri millum annað núsitandi Kappingarnevndina hjá FSF.

oAvrit av kæruni hjá MB, svarinum hjá FSF og kopi av greinum er lagt við. Eisini loyva vit okkum at senda avrit av hesum til allar fjølmiðlar og starvsnevndini hjá ÍSF.
Vinarligast
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansbø (skrivari)
FO-370 Miðvágur

Grein 4
Kæran verður skrivliga at senda saman við kr. 500,- til sersambandið ella deildina innan tvey samdøgur eftir, at avgerðin ella tilburðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi. Um so er, at eingin sjálvstøðug deild er verður kæran at senda til starvsnevnd Í.S.F.
Vinnur kæran sømdir, verða kr. 500,- afturgoldnar.
Sersamband og deild kunnu eisini av egnum ávum taka eina avgerð ella tilburð upp til viðgerðar, og skulu partarnir í málinum t´ahava boð um ehtta, áðrenn økur avgerð verður tikin.

Grein 8
Tá ið kæra er komin til dómsnevndina, skal hon, áðrenn kæran verður viðgjørd, avgera, um limur ella limir nevndarinnar eru luttøkuførir. Kemur nevndin til tað úrslit, at onkur av limum hennara ikki er luttøkuførur, taka varalimirnir sæti í nevndini, meðan málið verður viðgjørt.
Í sambandi við viðgerðina av kærum kann dómsnevndin biðja um skrivliga frágreiðing frá pørtunum, dómara ella øðrum. Eisini kann dómsnevndin um neyðugt biðja um sakkøna hjálp, t.d. frá metingarmonnum, løgfrøðingum e.ø.
Í seinasta lagi tvær vikur aftaná, at dómsnevndin hevur móttikið kæruna, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.

Til
FSF (Fótbóltsamband Føroya)
Att: Kappingarnevndin
Gundadalur
Box 3028
FO-110 Tórshavn
Klaga
Undirritaða felag MB (Miðvágs Bóltfelag) vil við hesum kæra at SÍF fær loyvi at nýta leikara Rúna Olsen, ið uttan leikaraloyvi fær loyvi at leika í dystinum 03.11.2004 sum var millum SÍF og MB hendan áðurnevnda dag.
MB vil við hesum vísa á at tann handfaran sum er farin fram viðv. hesum dysti kann ikki undir nøkrum umstøðum góðtakast, tí tað tykist sum um at tað er og verður bert hugt eftir um MB ger nakað galið í hesum viðurskiftum.
Í somu syftu vil MB eisini klaga, at FS-Vágar hevur nýtt hendan áðurnevnda leikara alt kappingarárið 2004, eisini er her talan um at FS-Vágar hevur nýtt ein annan leikara alt kappingarárið 2004, her er talan um Birgir Joensen sum hevur sítt leikaraloyvi liggjandi í Sørvági hjá SÍ (Sørvágs Ítróttarfelag). MB vónar at hesi viðurskiftir eisini nú verða eftirhugd.
MB krevur eisini av FSF, at FSF tekur viðgerðina av fundinum í gjárkvøldið 04.11.2004 hjá kappingarnevndini upp til nýggja viðgerð. »Og vilja eisini vísa á at FSF má verða somikið at sær komið at geva MB møguleika at viðgera ein slíkan dóm í nevnd felagsins. Enn liva vit ikki í einum »diktatstati« og góðtaka heilt einkult ikki slík einsrættaði harraboð«. Tí kann ein dómaraseðil ikki latast inn til eitt slíkt tíðspunkt kl. 17.00 í dag, sum tit hava álagt.
Við ítróttarkvøðu
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansbø (skrivari)
FO-370 Miðvágur





Miðvágs Bóltfelag
v/ Hans Boga Ellefsen
Fo-370 Miðvágur
Mál: Kæra frá MB um Rúna Olsen og Birgir Joensen hjá SÍF, dagf. 05.11.2004.
Vit skulu siga frá, at kappingarnevndin á fundi 10.11.04 viðgjørdi omanfyrinevndu kæru. Niðurstøðan er, at kæran verður ikki gingin á møti.
Í sambandi við Rúna Olsen, verður víst á, at FSF sendi SÍF og MB eitt skriv 01.11.04, har tað varð fráboðað, at dystirnir millum feløgini vóru ásettir, og at feløgini kundu gera nýtslu av leikarunum á leikaralistanum, sum var hjálagdur. Rúni Olsen stóð á hesum leikaralista og hevði tí loyvi at leika.
Í sambandi við Birgir Joensen verður víst til, at hann leikti ikki við í dystinum SÍF-MB 03.11.04. Kappingarnevndin metir ikki, at tað hevur týdning fyri málið, at leikarin hevur leikt við FSV í kappingarárinum 2004, tí í hesum sambandi er kærufreistin, sambært grein 38, stk. 1 í kappingarreglunum fyri fótbólt, úti.
Við ítróttarkvøðu
Fótbóltssamband Føroya
Pætur S. Clementsen

Til
FSF (Fótbóltsamband Føroya)
Att: Dómsnevndin
Gundadalur
Box 3028
FO-110 Tórshavn
Klaga/kæra
MB vil við hesum kæra atburðin og framferðarháttin hjá kappingarnevndini hjá FSF viðv. málinum SÍF-MB og teimum kærum sum eru sendar til kappingarnevndina, og viðgjørdar av henni.

1
MB kærir at ein leikari verður settur á ein leikaralista hjá ávísium felag uttan nakað leikaraloyvi, og uttan at vera leysgivin av hansara fyrrverandi felag.
Sambært grein 14 stk. 1 er leikaraloyvi hjá einum leikara framvegis galdandi í hesum fyrrverandi felag, til tað fyrrverandi felagið hjá viðkomandi leikara skrivliga hevur boðað kappingarnevndini hjá FSF frá at viðkomandi leikari ikki longur leikar fyri hettar felag.
At ein leikari er leysgivin frá ávísum felag verður víst til Grein 15, stk. 1.
Síðan vísir MB til grein 13, stk. 3 har stendur: Tá leikari hevur fingið loyvisbræv, er hann at meta sum lógligur leikari.
Leikarin talan er um omanfyri er Rúni Olsen sum SÍF nýtti í dystinum móti MB 03.11.04.

2
MB vil við hesum kæra avgerðina hjá kappingarnevndini viðv. úrskurðinum og endaligu niðurstøðu kappingarnevndanna í samband við uppgerðar dystirnar millum SÍF og MB, um hægru deildina viðv. samstarvinum um FS-Vágar.
Av tí sum gongur fram í punkti 1 er niðurstøðan, ið kappingarnevndin er komin til ikki í fylgi lógunum hjá FSF og má hetta harðliga átalast, og er hetta eisini grundin til kæru okkara.

3
MB kærir somuleiðis viðurskiftini viðv. leikaranum Birgir Joensen sum hevur leikt við FS-Vágum alt kappingarárið 2004 (hetta hava vit eisini gjørt til kappingarnevndina). Her vil MB kæra bæði kappingarnevndina fyri sjusk og óreglusemi, av teirri orsøk at kappingarnevndin kemur til ta niðurstøðu at
Sitat byrjar: »Í samband við Birgir Joensen verður víst til, at hann ikki leikti við í dystinum SÍF-MB 03.11.04. Kappingarnevndin metir ikki, at tað hevur týdning fyri málið, at leikarin hevur leikt við FSV í kappingarárinum 2004, tí í hesum sambandi er kærufreistin, sambært grein 38, stk. 1 í kappingarreglunumf yri fótbólt, úti«. Sitat endar.
Her skal MB vísa á og gera vart við at sambært Grein 2 stk. 1 stendur soljóðandi, kappingarárið er frá 01. januar til 31. desember. Tá MB kærir at FS-Vágar hevur brúkt ólógligan leikara (av tí orsøk at hansara leikaraloyvi liggur hjá SÍ) alt kappingarárið 2004, so kann kappingarnevndin ikki siga at kærufreistin er farin, tí kæran skal vera FSF í seinasta lagi 2 dagar eftir, at brotið er framt. Tá kappingarárið ikki endar fyrrenn 31. desember og FSV er kært fyri alt kappingarárið 2004, so er hendan kærufreistin ikki úti fyrrenn 30. januar 2005 sambært grein 38 hjá FSF.
Heldur ikki kann FSF siga at hetta ikki hevur týdning fyri áðurnevnda mál, her er júst tað sama talan er um, ólógligar leikarar, ið hava leikt við á liðum uttan at hava havt leikaraloyvini í lagi.
Við hesum góðu grundgevingum úr lógum FSF?s og eisini fyri rættvísina skyld, vónar MB at rættvísin fær sín rætt í hesum máli og at dómsnevndin vil gera sítt til at ítróttarandin innan Føroyskan fótbólt framvegis verður settur í hæddina og at kappingarnevndin ikki bara kann seta reglur FSF?s til viks tá tað passar henni.
Við ítróttarkvøðu
MB (Miðvágs Bóltfelag)
Valdemar á Løgmansbø (skrivari)
FO-370 Miðvágur