Ophelia rakar ikki Føroyar

Ódnarveðrið, ið hevur kravt mannalív í Bretlandi, kemur ikki so tætt upp á Føroyar, at orsøk er til at stúra.

Ódnarveðrið Ophelia, ið hevur kravt trý mannalív í Bretlandi í dag, fer ikki at raka Føroyar, men fer í staðin tvørturum Skotland og endar sínar dagar eystanfyri Hetland. Tað sigur Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur.


- Vit fara ikki at leggja merkja til ódnarveðrið, men fara at fáa eina høgætt sum úrslit av henni um middagsleitið í morgin. Hon fer tvørturum Írland í dag og Skotland í nátt og týsmorgunin, og so endar hon úti í Norðsjónum, eystanfyri Hetland. Har fer hon at doyggja, greiddi Hanus Kjølbro frá, tá in.fo tosaði við hann fyrr í dag.


Veðurfrøðingurin vísir á, at hóast nógv hevur verið skrivað um, at talan er um eina tropiska ódn, so hevur ódnin mist eyðkennini fyri eina tropiska ódn. Tískil er tað rættast at tosa um hana sum ex-Ophelia.


- Sjálvt um fjølmiðlarnir kalla hana fyri eina tropiska ódn, so er tað í veruleikanum ikki ein tropisk ódn longur. Hon er bara tropisk so leingi, ið hon uppfyllir nakrar treytir, so sum at havið er 26-27 hitastig. Tá hon flytur seg av tropisku leiðunum, so blandar hon kalda luft uppí. Tá er hon eitt vanligt lágtrýst. Hon kann enn vera intensiv, men hon er ikki tropisk longur, greiðir Hanus Kjølbro frá.