Operation Valentine

Hálvføroyski rithøvundurin, Bjarni Åkesson Filholm í Hjørring, er nú aftur við eini nýggjari bók, sum enn einaferð snýr seg um føroysk viðurskifti.

Hesaferð er tað bókin “Operation Valentine – Anden verdenskrig på Færøerne”, sum er um bretsku hersetingina av Føroyum 1940-45.


Bókin er skrivað á donskum, og høvdundurin sigur m.a. í fororðunum at tað er fáir danir sum kenna nakað til Føroyar og føroyska søgu. Meðan søgan um donsku hersetingina undir seinna heimsbardaga er vælkend í Danmark, eru tað fáir danir sum vita, at Føroyar um somu tíð vórðu hersettar av bretum.


Hóast nógv er givið út um krígsárini á føroyskum, heldur hann, at tað eisini er tørvur á at skriva søguna um hersetingina av Føroyum á donskum.


Umframt at “Operation Valentine – Anden verdenskrig på Færøerne” er ein bók við nógvum áhugaverdum myndum, er hon ein gjøgnumgongd av allari krígstíðini frá 1940 til 1945.


Bjarni Åkesson Filholm er hálvur føroyingur, føddur í Vestmanna í 1952, og hevur føroyska mammu, Sonja Åkesson av Tvøroyri. Pápin, Palle Filholm, er dani sum arbeiddi eina tíð í Føroyum, tá hann var settur av løgtinginum sum verkfrøðingur og hevði eftirlit við vatnbyrgingum og havnabygging. Bjarni hevur skrivað fleiri bøkur um føroyska skipaferðslu- og mentunarsøgu. Hann hevur skrivað bøkur sum t.d. "Tjaldur" og "Norske Løve".


Tað er danska forlagið Forlaget Nautilus, sum gevur bókina út, sum er 128 blaðsíður. Bókin kann bíleggjast ella verður til keyps í føroysku bókahandlunum.