Operatión Dagsverk

Mikudagin var ein serligur dagur hjá næmingunum á Føroya Studentaskúla. Dagurin er sokallaður Operatión Dagsverk-dagur. Næmingarnir vóru sendir út at arbeiða í ein dag, til frama útbúgvingarmøguleikunum í Palestina.

Bárður Johannesen, Rúni W. Højgaard

og Annika Godtfred


Dagurin er hildin til æru fyri FN- Generalsekriterin, Dag Hammerskjøld, ið doyði í eini flogvanlukku í 60-unum.

Tiltakið er ofta roynt fyrr, og tær ferðirnar hevur tað hildnast væl. Og spennandi er at vita hvussu tað fer at ganga hesuferð.

Nógvir næmingar vóru at síggja á teimum ymsu arbeiðsplássunum í Havn. Nøkur arbeiddu fyri býráði, onnur á Balslev, og onkur hevði leitað sær niðan á Virkni.

Vit vóru ein túr, og fingu eitt prát við ymsu næmingarnir. Sum eina heild, kann sigast, at øll vóru heilt væl nøgd við dagin.


Onkur ímóti operatiónini

Sum allar aðrar søgur, hevur hendan eisini eina ringa síðu. Ein bólkur av næmingum hevði sligið seg saman til at gera eitt mótmælisskriv. Fyri at siga tað heilt rætt, vóru tað tvey mótmælisskriv; eitt ímóti opertiónini av átrúnaðarligum orsøkum, og eitt ímóti framferðarháttinum - altso, tað at ein ikki kundi velja. Tá so hesi bæði mótmælisskriv vóru løgd saman, bleiv tað til góðar 200 undirskriftir, sum er meira enn nakar hevði væntað. Nú vóru allir møguleikar gjølla umhugsaðir, og niðurstøðan varð, at næmingarnir kundu sleppa at velja um teir vildu vera við ella ikki. Hóast tað, var tað næstan allir næmingarnir á skúlanum, ið var við í operatiónini.

Ein bólkur av uml. 50 næmingum varð komin niðan á skúlan at taka sær av løttum, so sum, forsømdum uppgávum, o. t. Hesin bólkur vildi ikki vera við í arbeiðinum av ymsum orsøkum.


Dagsverk-

bólkurin skelkaður

Vit vóru uppi á skúlanum og tosaðu við Mari Hamrá, sum er ein av fyrireikarunum. Hon greiddi okkum frá, at hon varð skelkað, tá hon hoyrdi um mótmælisskrivið.»Eg skilji væl hví tey eru misnøgd, men vit fingu so lítla tíð at fyrireika dagin uppá«, greiddi Mari okkum frá. »Í Danmark byrja tey beint aftaná summarferiuna, og vit hava bert fingið tríggjar vikur«, legði hon aftrat.

Hon segði eisini, at mótmælisskrivið kom ov seint, og ov lítil tíð var eftir til at broyta støðuna.

At enda við spurdu vit hana, um hetta er nakað hon hevði viljað verið við til umaftur.

Hon svaraði, at tað hevur verið stuttligt, men sera strævið. Næmingarnir hava verið fittir og hjálpsamir, men einstakir hava ikki yvirhildið freistirnar vit góvu teimum.


Politiskt og átrúnaðarligt, ella ikki

Hesin spurningur spældi stóran leiklut í mótmælisskrivinum. Mari úr dagsværk-bólkinum sigur, at tiltakið er hvørki átrúnaðarligt ella politiskt. Mótmælaranir siga tað mótsatta. Teir vísa á eina grein hjá Bjørn Themsen, ið sigur at operatiónin er politisk. Svarið til henda spurning vita bert tey, ið stovnaðu operatiónina, og vit velja tí ikki at geva viðmerkingar um hetta!