Í kvøld klokkan 19.30 hevur Kongaliga Operan konsert í Norðurlandahúsinum. Hetta er triðja árið á rað at eitt lið av stjørnusolistum frá Kongaligu Operuni vitjar í Føroyum og framførir ariur úr teim mest kendu og elskaðu operunum og sangleikunum í tónleikasøguni.
Tey luttakandi eru:
Anne Margrethe Dahl, sopran
Christian Christiansen, bass
Niels Jørgen Riis, tenor
Guido Paevatalu, bariton
Leif Greibe, klaver
Guido Paevatalu fer at greiða frá og fortelja smáar skemtisøgur og Leif Grube hevur klaverfylgispæl.
Við arium frá Brúdleypi Figaros, La Bohème og Barberurin úr Sevilla umboða Mozart, Puccini og Rossini tann klassiska partin av skránni meðan Gershwin og Bernstein við Porgy & Bess og West Side Story umboða musical partin av skránni.
- Vit eru sera fegin um at vitja Norðurlandahúsið í Føroyum, og tann siðvenjan sum nú er skapt hevur stóran týdning fyri okkum. Vit merkja eina serliga gleði og eldhuga frá føroysku áhoyrarunum og hetta hevur nógv at siga fyri tey, ið framføra. Vit seta eisini stóran prís uppá ta vinarligu móttøkuna, sum vit altíð fáa, sigur Turné- og Gæstespilsleiðarin Annette Berner frá Det Kongelige Teater.