Internet, fartelefoni, satelittsjónvarp, teldur og digital tøkni av øllum handa slagi gera í hesum døgum innrás í hvønn krók í vesturheiminum. Men meðan ferðslan og ferðin á tøkniliga motorvegnum bara veksur og veksur, fingu danir eitt nýtt hús.
Tað er ikki bara eitt tilvildarligt hús í einum friðarligum forstaði í danska høvuðsstaðnum, men eitt Operahús fyri hálva triðju milliard krónur ? bygt við havnalagið í Keypmannahavn.
Hetta hús skal verða miðdepil fyri meira klassiskari list ? opera, ballet, klassiskum tónleik og annað. Fólk kunnu sessast í best hugsandi ? ella óhugsandi ? umstøðum at lurta eftir verkum hjá Verdi, Mozart, Beethoven og øðrum, hyggja eftir stórslignum sjónleiki, síggja hugtakandi ballettdans og annars uppliva livandi mentan á palli.
? Hetta húsið ger eitt sindur upp við nýggju tíðina og roynir at halda fast við meira traditionella mentan við ballett, sjónleiki, klassiskum tónleiki og opera, heldur Edmund Joensen, løgtingformaður, sum var til hátíðarhaldð í nýggja Operahúsinum leygarkvøldið.
Risastór bygging
Tað eru liðin trý og eitt hálvt ár, síðani útgrevsturin til nýggja Operahúsið í Keypmannahavn byrjaði. Seint í 2001 byrjaði sjálv byggingin, og fyri nøkrum mánaðum síðani stóð Operahúsið liðugt.
Tað er A. P. Møller, sum hevur latið húsið byggja, og risastóra danska felagið hevur eisini goldið hvørt oyrað fyri byggingina. Leygarkvøldið handaði ímyndin av A. P. Møller fyritøkuni, Mærsk Mc-Kinney Møller, húsið til danska statin, sum var umboðaður av forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen.
Hetta er størsta privata gávan, sum nakrantíð er latin danska statinum, og húsið hevur seinnu árini verið nógv umtalað ? bæði av góðum og minni góðum.
Men nú er tað veruleiki, og nú byrjar gerandisdagurin hjá tí stórsligna og stórfigna húsinum.
? Tað hevur kostað 2,5 milliardir krónur at byggja húsið, og tað er næstan óveruligt hjá føroyingum at hugsa um, tí tað svarar næstan til eina heila fíggjarlóg hjá okkum, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Stórt upplivilsi
Edmund Joensen og konan Edfríð umboðaðu almennu Føroyar til hátíðarhaldið leygarkvøldið.
? Tað var eitt stórt upplivilsi at vera til staðar, og lagið var sera gott á fólk. Húsið er stórsligið, og tú merkti veruliga, at her var talan um eina stóra løtu fyri danska kongaríkið, sigur Edmund Joensen.
? Sjálv konsertin var drúgv, men hon var fjølbroytt og vísti eitt sindur av hvørjum. Tað var tað besta av ballett, dansi, tónleiki og øðrum, og tað var sera hugtakandi.
Hátíðarliga konsertin byrjaði klokkan sjey leygarkvøldið og helt fram til klokkan, og nakrir røðarar vóru eisini. Fyrsti maður á pallinum var gevarin Maersk McKinney Møller, og hann segði nøkur orð, áðrenn hann læt húsið til danska statin og fólkið.
? Danir vísa við hesum, at teir eru nakað heilt serligt. Teir ganga enn einaferð undan við at byggja eitt Operahús, sum er meira hábærsligt enn øll onnur. Operahúsið í Sydney er kanska tað, sum fólk kenna best við Australia, og nú byggja danir eitt minst líka stórsligið operahús, sigur Edmund Joensen.
Ósemja um arkitektur
Tað hava verið fleiri stríðsmál um Operahúsið í Keypmannahavn, síðani byggingin av tí fór í gongd, og tað seinasta stríðsmálið, sum hevur verið frammi í sambandið við upplatingina, er millum gevaran sjálvan og arkitektin, sum hevur teknað húsið.
Arkitekurin Henning Larsen hevur sagt við Danmarks Radio, at framsíðan á nýggja Operahúsinum er eitt kompromis. Hann ætlaði sjálvur, at framsíðan skuldi verða lættari og meira opin, meðan Mærsk Mc-Kinney Møller vildi hava eina meira afturlætna framsíðu. Úrslitið gjørdist eitt kompromis, og sambært arkitekinum sjálvum umhugsaði hann at rýma frá byggingini.
Stjórin fyri felagið hjá donskum arkitektum heldur, at Henning Larsen hevur borið seg skeivt at við at greiða almenninginum frá ósemjuni millum hann og gevaran. Keld Møller heldur, at ein bygging altíð eigur at vera eitt samstarv millum arkitektin og tann, sum skal byggja, og tí er einki óvanligt við hesum.
Og nýggja Operahúsið í øllum førum veruleiki, og nú byrja tær veruliga framførslurnar í tí stórslignað húsinum, sum kann hýsa umleið 1.500 fólkum til framførslurnar.
- - -
Operahúsið í Keypmannahavn
Byggingin av Operahúsinum í Keypmannahavn byrjaði í november mánaði 2001, og húsið var liðugt bygt 1. oktober 2004. Leygardagin var almenna hátíðarhaldið í sambandi við upplatingina.
Tað hevur kosta umleið 2,5 milliardir krónur at byggja húgið, og tað er næstan tvífalt so nógv, sum roknað varð við í fyrsta uppskotinum.
Operahúsið er ein gáva frá A. P. Møller Fond, sum hevur goldið fyri alla byggingina, og tað er danski staturin, sum hevur fingið hesa størstu privatu gávu í Danmark nakrantíð.
Húsið er 41.000 fermetrar til støddar, og tað eru umleið 1000 rúm í húsinum. Tveir pallar, seks stórir venjingarsalir, 12 verkstøð, 46 skrivstovur, 105 teknik- og goymslurúm og 230 skiftirúm til listarfólkini.
Í salinum við stóra pallinum eru pláss til 1.500 sitandi áhoyrarar og 56 standandi. Í orkesturgrøvini kunnu 110 tónleikarar sita, og á Takkelloftinum eru pláss til 200 gestir.
Arkitekturin Henning Larsen hevur teknað Operahúsið