Leygardagin 13. desember hevur bókasavnið í Klaksvík opið frá kl. 10 til kl. 22. Umframt útlán av bókum henda dagin verður eisini ymiskt á skránni. Frá kl. 15 verður høvi hjá foreldrum og børnum at koma á bókasavnið at klippa jólaprýði og eta piparnøtur.
Kl. 17 syngur barnakórið í KFUM & K jólasangir, eisini verður Luciagongd og ein jólasøga verður lisin.
Alt kvøldið bjóðar bókasavnið kaffi við onkrum góðum aftur við.