Nýggi Vectra er ein størri bilur enn forgangarin. Kvaliteturin og koyrieginleikarnir eru á sera høgum støði. Bilurin hevur ein heilt nýggjan "multilink" bakaksil og elektroniskt stýrda elektrohydrauliska servostýring, umframt nógva aðra útgerð sum betra um koyrieginleikarnar. Trygdarútgerðin umfatar til dømis airbag framman, í síðunum og gardinairbag, og elektroniskt stabilisering program (EPS). Opel hava eisini patent uppá teirra pedalskipan, sum verjir bilføraran ímóti skaða í beinini við ein samanstoyt, eins og aktivar "anti-whiplash" nakkapútur. Bilurin fekk besta karakter í eini Euro NCAP test millum aðrar familjubilar í sínum klassa.
Aðrar útgávur seinni
Annars fæst Vectra við hópin av eykaútgerð sum er við at økja um trygdina komfortin hjá bilførarnum og teimum ferðandi. Teir fyrstu bilarnir, ið eru komnir á marknaðin, koma við 4 syl. bensinmotorum við 122 og 147 hk og einum dieselmotori við 100 hk. Viðvíkjandi útgerð kann man velja ímillum Comfort, Elegance og Bussiness Line, seinni koma GTS Sport og GTS Elegance við t.d. 3.2 litur V6 motori við 211 hk. Í fyrstu atløgu er Vectra komin sum sedan, seinni kemur hatchback útgávan. Næsta ár kemur ein stationvognur saman við eini MPV útgávu.
Opel Vectra 1,8 16V Sedan
Motorurin4 syl. 1.8 litur 16V bensin 122 hk
0-10011,2 sek.
Bensinnýtsla13,0 km/l
Dekkstødd215/55-16
Stødd og vekt
Longd459,6 cm
Breidd179,8 cm
Hædd146,0 cm
Eginvekt1275 kg
Totalvekt1875 kg
Viðførisrúm500 litrar
Prísurkr. 223.000,-
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
Við Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400