Opel Vectra facelift

Opel Vectra hevur fingið eina sonevnda facelift við t.d. nýggjum lyktum, kúfangarum og smærri broytingar innan eins og onkur nýggjur motorur er á skránni

Eftir umleið trimum árum á marknaðinum hevur Opel Vectra fingið eina sonevnda facelift. Størstu broytingarnar eru framman við t.d. nýggjum størri lyktum, kølaragittari og kúfangarum.

Innan eru onkrar smærri broytingar sum t.d. meira krom og nýtt ratt.
Føraraplássið kennist ljósari  við teimum nýggju linjunum í panelinum.

Vectra fæst t.d. við hesum motorum: 1.8 litur við 122 hk, 2.2 litur við 155 hk, 1,9 litur turbo diesel við 120 hk (fæst eisini við 1,9 Cdti við 150 hk). Eisini eru tveir 2.0 og 2.8 litur turbo-bensinmotorar á skránni. Allar útgávurnar hava ESP og aircondition sum standard.

Opel Vectra er loysnin hjá nútímans bileigaranum, ið setur krøv. Bilurin skal gjarna vera ein spegilsmynd av teimum virðum, tú metir høgt, og júst tað livir Opel Vectra væl og virðiliga upp til, samstundis sum nýggjasta tøknin á økinum kemur til sín rætt. Vectra fæst sum 4/h sedan, við 5/h og sum stationcar.

Prísir frá kr. 239.800,-